Mánadagin 6.august 2007, verður Helena Joensen Húsar 70 ár. Á Húsum vanliga nevnd Geila Lena.
Helena er fødd og uppvaksin í Svínoy.
Hon er næstelst av 4 syskjum.Foreldur hennara vóru. Hanna Betty og Emil Petersen.
Sum ung, fór Helena sum flest aðrar ungar gentir, út at tæna. Tað ið hon mest hevur tosa um, er tann tíðin,ið hon var arbeiðsgenta hjá Jenny Gaard. Hjá Jenny, lærdi Helena tað, ið hon metir,at ein ung genta eigur at læra. Eisini var hon í Norðadali og í 3 ár í Íslandi,har hon tænti hjá Hildu,mostur síni.
Í 1962 giftist Helena við Jacob Monrad Joensen av Húsum.
Børnini eru 4 : Bjarti, Hannebeth, Jóannis og Elin. Ommubørnini eru 14, harav 11 av teimum búgva á Húsum.
Tað ið eyðkennir Helenu, er hennara tolsemið, serliga tá tað kemur til børnini. Tað sæst, tá ið man kemur inn til hennara, næstan altíð okkurt ommubarn inni á gólvinum.
Og ikki at tala um, tá ið hon tosar um at fara til Svínoyar,tá eru øll klár at fara við henni, tí sum børnini siga,"so er tað onki stuttligt, um ikki omma er við í Svínoy".
Í fleiri ár, var Helena heimahjálp, bæði á Syðradali og á Húsum.
Eisini arbeiddi hon eina tíð á Leypi, tað var eitt virkið, ið framleiddi ruskposar úr páppíri.
Tað ið hennara børn minnast gott á er, at hon altíð var at fáa fatur á, tá ið brúk var fyri henni. Hon var heima, tá ið tey komu úr skúlanum. Hon gjørdi teimum ein góðan drekkamunn, o.s.f. Og ikki at gloyma, tað góðu rognarandina, ið Jenny Gaard hevur lært hana at gera. Bollarnir ger hon so góðar sum fáur. Fiskafrikadellirnar eru heilt framúr.....Ja soleiðis kunnu vit ramsa upp.....alt verður gjørt"stille og roligt". onki hóvasták.
Ikki hevur Helena ferðast nógv uttanlanda,men onkran túrin hevur hon verið.
Ein túrin var hon við Kvikk í Aberdeen og landaði,tá lág hon í koyggini báðar vegir.
Eisini vóru hon og Jacob Monrad ein túr í Hetlandi, har fyngu tey nógv burturúr. Tey reistu Hetland upp og niður.
Í Danmark hava tey eisini ferðast nakrar ferðir.
Síðani Helena gjørdist einkja í 2001, tá ið Jacob Monrad bráddliga doyði av sjúku, hevur hon verið campingtúr í Íslandi, saman við børnum,svigerbørnum og ommubørnum.
Og ikki at gloyma, tá ið Helena fór til Grand Canaria, í ein heilan mána, har hon lág og dásaði sær í allan február, ímeðan vit heima runnu undan glopraregnið og áarlopið.
Helena hevði so gott av hesum túrinum, tí har nívdi giktin hana ikki.
70 ára føðingardagin heldur Helena í bygdarhúsinum á Húsum frá kl. 15.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.