Helena vil hava arbeiðsfrið

Hon hevur boðið øllum flokkum til samstarv um, hvussu fólkaskúlin skal skipast í framtíðini, men hon vil hava arbeiðsfrið at finna eina loysn

- Eg haldi at tað er best, at vit fáa frið at diskutera hetta í friði og náðum.

Helena Dam á Neystabø vil ikki forstýrast, nú hon hevur lagt eina ætlan um ein umfatandi skúlareform, sum fer at kollvelta føroyska fólkaskúlan.

Sum tað sæst í hinari greinini her á síðunum, verður eitt úrslit av hesi ætlanini, at einir 35 av teimum smærru skúlunum kring landið skulu niðurleggjast.

Men hon vil annars ikki siga nakað um ætlanina.

- Eg havi boðið øllum flokkum til samstarv í eini roynd at finna eina semju um framtíðar fólkaskúlan og eg haldi at vit eiga at geva okkum sjálvum arbeiðsfrið at tosa um teir ymsu møguleikar, sum eru.

Av tí sama vil hon onki siga um, hvørjir møguleikar eru.

Men yvirskipað endamálið er at kanna eftir, hvussu vit kunnu skipa Føroyar í færri skúlaøki, kanska sjey skúlaøki, har hvørt skúlaøki fer at líkjast ætlaða framtíðar kommunubygnaðinum, so at hvør kommuna verður eitt skúlaøki ella har á leið.

- Tað er mít mál, at kommunubygnaðurin og skúlaøkini ganga hond í hond.


Ikki alment enn

Hinvegin leggur hon afturat, at fólkaskúlin er er eitt øki, sum er neyvnt skipað og tí hevur tað týdning, at politiska forarbeiðið er væl úr hondum greitt og hon vónar at fáa so nógvar flokkar sum gjørligt at semjast um, hvussu fólkaskúlin skal skipast.

Men hví skal eitt slíkt arbeiðið haldast loyniligt?

- Tað er als ikki loyniligt. Eg havi boðað frá, at eg havi sett mær fyri at skipa fólkaskúlan í størri skúlaøki. Spurningurin er bara, hvussu vit koma har til og, hvussu vit býta ábyrgdina ímillum land og kommunu.

Jú, men hví kann vanligi føroyingurin ikki sleppa við í tað kjakið?

-Tað sleppa teir eisini. Men nú royna vit at finna eitt upplegg har ein spurningur er, um skúlin skal liggja hjá kommununum, hjá landinum, ella um ábyrgdin skal býtast sundur. Men teir ymsu møguleikarnir haldi eg, at vit eiga at sleppa at viðgera inni í politiski skipanini, áðrenn tað verður almannakunngjørt.

Her kann leggjast afturat, at eitt uppskot, sum hon ætlar at leggja fyri Løgtingið í heyst, er, at broyta lógina, so at tað ikki longur skal vera neyðugt við fólkaatkvøðu fyri at leggja ein skúla niður.


Sjey til tíggju skúlaøki

Men hon vil heldur ikki siga, hvussu nógvir skúlar skulu vera í Føroyum í framtíðini.

-Tað fái eg ikki sagt. Eg haldi, at vit skulu skipa landið í sjey til tíggju skúlaøki, har Suðuroy kann verða tvey skúlaøki og har Havnin kanska eisini verður býtt sundur. Men hvussu nógvir skúlar skulu vera í hvørjum øki, veit eg ikki, tí so langt er viðgerðin ikki komin.

- Tað, sum hevur týdning er, at tey, sum kom at sita við leiðsluni, fáa víðar heimildir at skipa skúlan og virksemið so fjølbroytt sum gjørligt og at seta næmingar saman eftir, sum tað hóskar best og til at skipa royndarvirksemi av ymsum slagi.

Helena Dam á Neystabø veit ikki, nær tað letur seg gera at gjøgnumføra ein slíkan umfatandi skúlareform, men hevði tað borið til at seta skjøtil á næsta skúlaár, hevði hon verið sera væl nøgd.

- Ein slíkan reform ber tað neyvan til at gjøgnumføra upp á eitt ár, tí tað eru nógv viðurskifti at hugsa um. Eitt nú eru fleiri lærarar enn tænastumenn og øll skulu hava eina virðiliga viðferð, sigur Helena Dam á Neystabø.

Les eisini greinina: Einir 35 skúlar kring landið leggjast niður