Helena vil leggja kommunur saman

Nú ferð Helena Dam á Neystabø á rundferð í Føroyum at tosa við kommunur kring landið fyri at seta ferð á arbeiðið at leggja kommunur saman. Sjálv nevnir landsstýriskvinnan møguleikan, at tað vera sjey kommunur í landinum

Nú vil landsstýrið hava gongd á arbeiðið at leggja kommunurnar saman.

Í hesum sambandi fer Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kommunumálum, nú at tosa við tær ymsu kommunurnar um at skipa landið í færri, men størri kommunur.

Hon sigur, at enn er ferðin ikki løgd til rættis og tí veit hon ikki akkurát, hvussu arbeiðið verður skipað.

Men tað skilst á henni, at endamálið er at koma so víða sum gjørligt og at tosa andlit til andlits við kommunustýrislimir í teimum ymsu økjunum.

- Vit fara at royna at fáa kommunurnar at taka undir við at tær leggja saman eftir lógini um kommunalt samstarv.

- Í teirri lógini verður lagt upp til, at kommunurnar leggja saman í størri eindir og endamálið við rundferðini í heyst, verður at fáa eina frágreiðing frá kommunum um, hvussu tað gongur við arbeiðnum at leggja saman og nær tað er væntandi, at nakað úrslit fer at spyrjast burtur úr.

- Endamálið er eisini at leggja eina ætlan fyri, hvussu og nær kommunurnar leggja saman.


Fyrst og fremst sjálvboðið

Helena Dam á Neystabø leggur dent á, at fyribils verður er útgangsstøðið, at talan skal vera um sjálvbodnar samanleggingarnar.

Men eydnast tað ikki, er talan um eina nýggja støðu og so verður arbeitt víðari haðani frá.

Hvørjir møguleikarnir so eru, veit hon ikki siga.

- Ein møguleiki er at geva kommununum eina freist at leggja saman, men gera tær tað ikki, verða tær lagdar saman við lóg. Men eg má leggja dent á, at tað er ein spurningur, sum als ikki er viðgjørdur enn, sigur landsstýriskvinnan í kommunumálum.

Men nú hava kommunurnar í fleiri ár havt møguleikan at leggja saman, men enn eru tað nógv øki í landinum, har tær ikki hava tikið av tí møguleikanum. Er nakað, sum bendir á, at fleiri sjálvbodnar samanleggingar vera?

- Tað er akkurát tann spurningin, vit vilja fáa greiði á í heyst og eru ongi útlit fyri fleiri samanleggingum, er útgangsstøðið hjá landsstýrinum eitt annað og so verður arbeitt víðari haðani frá.


Samanlegging ein fortreyt

Helena Dam á Neystabø sigur, at endamálið hjá landsstýrinum er at leggja fleiri málsøki undir kommunurnar at umsita.

Men hon leggur dent á, at ein fortreyt fyri tí er, at kommunurnar fyrst leggja saman, so at tær verða størri, sterkari og betri førar fyri at røkja tey málsøki, sum tær fáa at umsita.

- Ein annar møguleiki er sjálvsagt at lata standa til, men so verða heldur ikki fleiri málsøki løgd undir kommunurnar at umsita, sigur Helena Dam á Neystabø.

- Meina kommunurnar tað í álvara, at tær vilja hava fleiri málsøki at umsita, er tað ein grundleggjandi fortreyt, at tær leggja saman í størri eindir.

- Tað er mín greiða fatan, at ein kommunal samanlegging er ein avgjørd fortreyt fyri at gera nakrar politiskar og fyrisitingarligar broytingar, leggur hon afturat.


Sjey kommunur

Sjálv heldur hon, at tað er hóskandi við sjey kommunum í Føroyum, men hon vil ikki hongja seg í eitt ávíst tal beint nú.

Nakrar kommunur hava boðað frá samanlegging og endamálið er at fáa tað avgreitt so skjótt og smidliga sum gjørligt til kommunuvalið í heyst.

Men annars er tíðin nakað knøpp at leggja fleiri kommunur saman til valið í heyst, men tað ber eisini til at leggja saman mitt í einum valskeiði.

- Tað einasta, sum krevst, er at tosa seg til rættis, sigur Helena Dam á Neystabø.

Suðuroy verður ofta tikin fram sum eitt dømi og um hon skal vera ein ella tvær kommunur?

- Tað havi eg onga meining um, men eg havi skilt, at meirilutin av Suðuroyingum vilja hava, at øll oyggin verður ein kommunu, sigur Helena Dam á Neystabø.