Nordisk Ministerråd hevur tikið avgerð um, at leingja sáttmálan við Helgu Hjørvar í tvey ár. Hon hevði ein fýra ára sáttmála, sum rann út 1. februar 2003. Hesin sáttmálin er nú longdur, og íslendska kvinnan verður eftir ætlan sitandi í stjórasessinum fram til 2005. Stýrið í Norðurlandahúsinum tekur undir við hesi avgerð.
? Mær dámar ógvuliga væl at vera stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Vit hava sett nógv nýggj og spennandi tiltøk í verk, og eg gleðist um, at eg havi fingið møguleikan at halda fram í hesum starvinum, sigur Helga Hjørvar.
Hon tók við starvinum 1. februar í 1999 og hevði eitt ár eftir av sáttmálanum, nú hann varð longdur við tveimum árum.
Listastevnan
Helga Hjørvar hevur verið við til at seta Listastevnu Føroya í verk. Hetta er høvuðstiltakið hjá Norðurlandahúsinum, og hon fegnast um, at tað hevur gingið so væl við hesum megnar tiltaki. Hon sigur, at umleið helmingurin av øllum tiltøkunum vóru úti á bygd, og talið av vitjandi var 10.099 fólk.
At tað gongst væl í hond hjá Helgu og teimum í Norðurlandahúsinum sæst aftur á talinum av vitjandi.
Í fjør øktist talið av gestum við 5.000 í mun til 2000. Hetta er ein stórur vøkstur, tá havt verður í huga, at Norðurlandahúsið í fjør hevði eini 40.000 vitjandi til tiltøkini, sum Norðurlandahúsið skipar fyri. Hesi eru tó ikki altíð í sjálvum húsinum við Norðara Ringveg í Havn.
Stjórin fegnast um, at føroyingar hava tikið væl ímóti teimum tiltøkum, ið húsið skipar fyri. Tilsamans tók Norðurlandahúsið stig til 348 tiltøk seinasta ár.
Helga vísir eisini á Prix Føroyar sum eitt tiltak, ið hevur ment seg nógv, síðan tað fyrstu ferð var í 1995. Til finaluna í fjør vórðu fleiri tíðindafólk úr Norðurlondum boðin við á konsertina í Norðurlandahúsinum.
Norðurlandahúsið hevur eisini sett á stovn ein Filmsklubb, ið nevnist Klipp, og tiltakið Orfeus, ið gevur føroyskum kamartónleiki ein pall.
Helga Hjørvar fegnast um, at fólk úti um bygdirnar hava tikið stig til at seta á stovn mentanarhús. Her kann nevnast nýggja mentanarhúsið í Fuglafirði, ið kann hýsa eini 400 fólkum, Pakkhúsið í Vági, ið lat upp fyri stuttum, og Atlantis í Klaksvík, sum skjótt fer at lata uppaftur eftir ein langan steðg.
Hetta gevur Norðurlandahúsinum møguleika at skipa fyri mentanarligum tiltøkum úti á bygd í góðum karmum, og stjórin vónar at menna hetta samstarvið.
Helga er sjónleikari
Helga Hjørvar varð fødd í 1943 í eini bygd, ið liggur stutt frá Flateyri, sum liggur í útnyrðingshorninum á Íslandi. Hon er tó uppvaksin í Reykjavík.
Hon tók prógv á Leiklistaskóla Íslands og arbeiddi í fleiri ár sum sjónleikari, har hon hevði leiklutir í filmum og leikum.
Síðani starvaðist hon í níggju ár sum skúlastjóri á Leiklistaskúlanum í Reykjavík, har hon sjálv hevur verið næmingur. Eftir tað gekk leiðin til Danmarkar, har hon var stjórnarskrivari í Nordens Komite for Teater og Dans í seks ár, áðrenn hon legði leiðina til Føroyar.