Helgi: Ein stór uppliving í 50 minuttir

(Rás2) Trímálsskjúttin, Helgi H. Hoydal iðrar seg um, at føroyska liðið datt út seinastu 10 minuttirnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Helga H. Hoydal, sum skoraði trý mál ímóti Týsklandi, tá Føroyar aftaná ein 12-9 hálvleikssigur taptu 21-29 ímóti Týsklandi, sum saman við Fraklandi er favorittur til at vinna HM í hondbólti fyri U21 landslið.

Helgi H. Hoydal fegnast um fyrstu 50 minuttirnar, sum hann heldur vóru ein stór uppliving. Sjálvur megnaði hann at sníkja trý góð mál inn frá strikuna. Hann ásannar, at týskararnir eru likamliga sterkari enn føroyingar, men ikki so nógv sterkari, at tað var ræðandi.

Helgi H. Hoydal er tó vónsvikin um seinastu 10 minuttirnar, tá menn byrjaðu at hyggja uppá máltalvuna, og tað góða føroyska avrikið smokkaði saman seinastu løtuna.

Men samlaða góða upplivingin gevur Helga H. Hoydal brell uppá meira. Hann hevur drigist við sjúku, og fór tí tíðliga av vøllinum ímóti Týsklandi, men nú fer hann til songar fyri at savna sær megi til dystin ímóti Ungarn í morgin.