Helgi gull verdur sum fyrimynd

Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Jógvan Joensen, heldur tað hava sera stóran týdning fyri eitt so lítið land sum Føroyar, at vit hava ein ungan undangongumann í Helga Dam Ziska, sum um vikuskiftið fyri aðru ferð gjørdist norðurlendskur meistari í ungdómstalvi

Í bæði norðurlendskum og altjóða høpi eru Føroyar ein lítil tjóð, men tá vit tosa um talv, so eru Føroyar ikki so lítlar longur. Orsøkin til tað er fyrst og fremst ein ungur maður: Helgi Dam Ziska.

Tá hann leygardagin fyri aðru ferð vann eina kapping um norðurlendska meistaraheitið í talvi, flutti hann samstundis Føroyar og føroyska telving fleiri leikir fram á norðurlendska talvborðinum, har hini nú ikki longur kunnu taka sum givið, at Føroyar skulu vera »prügelknabe«.

– Vit hava sjálvandi vitað, at Helgi er ein góður og evnaríkur telvari, tí tað hava úrslitini hjá honum víst nú í fleiri ár. Men tað er altso einastandandi væl klárað, at hann nú eisini hevur megnað at vunnið okkum gull í tí elsta bólkinum í NM-kappingini, staðfestir ein fegin formaður í Talvsambandi Føroya, Jógvan Joensen.

– Ikki minst er hetta sjálvandi ein persónligur varði hjá Helga, tí teir bestu í U20-bólkinum vóru nokk so javnir. Eg hevði væntað, at Helgi fór at standa seg væl, men at hann skuldi taka gullið, er bara heilt fantastiskt – bæði fyri hann sjálvan og fyri føroyska telving sum heild.


Ein góð fyrimynd

Talvformaðurin vísir eisini á, at hóast Helgi við sínum 18 árum enn telist millum teir ungu telvararnar, so hevur hann sera nógv at siga fyri teir, sum eru yngri enn hann, tí hann er ein so góð fyrimynd fyri teir í allar mátar.

– Tað, at teir yngru hava ein sum Helga at síggja upp til, hevur sera nógv at siga fyri ungdómstelvingina, og hetta er eisini nakað, fleiri av hinum norðurlondunum misunna okkum, tí tey ikki í sama mun hava nakran, sum kann lyfta hini upp við sær, sigur hann.

– Svenskararnir hava sjálvandi Nils Grandelius, ið vann U16-bólkin sera sannførandi, men har er líkasum eingin annar. Og ein so sterk talvtjóð sum Ísland eigur í løtuni ongan, sum kann hava sama týdning fyri teirra ungdómsarbeiði, sum Helgi hevur tað fyri okkara. Tað sama er galdandi fyri hini norðurlondini, so vit kunnu bara fegnast um, at vit eiga henda fyrimunin.

Jógvan Joensen væntar, at góða úrslitið hesa ferð kann hava við sær, at áhugin fyri talvi millum tey ungu fer at økjast enn meira, og hann sigur seg vera sannførandan um, at avleiðingarnar av sigrinum hjá Helga hesa ferð fara at síggjast aftur í komandi avrikum.


Hini skulu nokk koma

Umframt avrikið hjá Helga Dam Ziska, so hevði eisini ein annar av yngru føroysku telvarunum eitt sera gott úrslit í kappingini. Tað var Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági, sum gjørdist nummar fýra í næstelsta bólkinum, U16.

– Rógvi hevði eisini eina øgiliga góða kapping, og úrslitið hjá honum er eisini sera gott. Samanumtikið haldi eg tað vera nokk so stuttligt at síggja, at tað eru í teimum báðum elstu bólkunum, at vit fáa tey bestu úrslitini hesa ferð, sigur Jógvan Joensen.

– Gamaní komu kanska ikki so øgiliga nógv stig hjá teimum yngru, men har var nógv nýtt fólk við hesa ferð, og nú hava tey so roynt hesa kappingina og kunnu brúka tær royndirnar næstu ferð. Vit vita, at tey hava dygdir, sum eisini í komandi árum kunnu geva okkum góð úrslit í norðurlendskum høpi, og vit skulu bara geva teimum ta tíðina, ið skal til.

Til stuttleikar kann nevnast, at tá Føroyar fyrstu ferð vóru vertir fyri kappingini um norðurlendsku meistaraheitini í 2003, var ein av yngstu føroysku telvarunum Helgi Dam Ziska. Og ta ferðina vann hann einki…