Helgi líka raskur sum Magnus Carlsen

Tað er líka stórt at ein føroyingur gerst stórmeistari sum at heimsmeistarin endurvinnur heitið, sigur norðurlendska talvsamgongan

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska er sjálvurannar kosin ársins telvari í norðurlondum í 2017, boðar Talvsamband Føroya frá. Hin er norski heimsmeistarin Magnus Carlsen. Teir eru tilnevndir fyri avrikini í 2015 og 2016.

 

 

 

Helgi Dam Ziska gjørdist sum kunnugt fyrsti stórmeistari í Føroyum á talvolympiaduni í Aserbadsjan í fjør heyst. Magnus Carlsen endurvann í fjør HM-heitið í finaludysti móti Sergej Karjakin í New York, og var við til at leiða Noreg fram á 5. plássið á talvolympiaduni í Aserbadsjan.

 

 

 

Hetta er sætta ferðin, at Magnus Carlsen verður kosin ársins telvari í norðurlondum, og onnur ferðin, at hann fær heiðurin á jøvnum føti við annan telvara.

 

 

 

Norðurlendska talvsamgongan hevur ráðstevnu annaðhvørt ár, og var saman á fundi nú í summar. Eitt mál, sum altíð er á skrá, er at tilnevna ársins telvara í norðurlondum. Nevndin í norðurlendsku talvsamgonguni metti tað vera so serstakt, at Føroyar nú hava fingið sín fyrsta stórmeistara, at hon javnsetti bragdið hjá Helga við HM-heitið hjá norska úrmælinginum.

 

 

 

Magnus Carlsen var heiðraður sum ársins telvari í norðurlondum í 2015 (fyri árini 2013-2014), í 2009 (fyri árini 2007-2008), í 2007 (fyri árini 2005-2006) og í 2005 (fyri árini 2003-2004). Magnus Carlsen var eisini heiðraður í 2011 (fyri árini 2009-2010), men tá varð Pia Cramling úr Svøríki eisini tilnevnd.

 

 

 

Og í ár hevur norðurlendska talvsamgongan tilnevnt bæði Magnus Carlsen og Helga Dam Ziska sum ársins telvarar í norðurlondum.

 

 

 

Hetta er fyrsta ferðin, at føroyskur telvari fær slíkan heiður.