Skuldi møguleiki framvegis vera fyri, at vónin um at røkka 50 prosentum í úrtøku skuldi gerast til veruleika, so var alneyðugt hjá Helga Dam Ziska í dag at fáa fulla úrtøku, og tað eyndaðist.
Í EM kappingini í talvi fyri einstaklingar vann Helgi við svørtum ímóti 11 ára gamla týska stórtalentinum Sebastian Kaphle. Eftir átta umfør hevur Helgi 4,0 stig.
Í morgin verður 9. umfar á skránni. Tá skal Helgi við hvítum telva ímóti slovakiska IMaranum Tomas Petrik. Styrkistalið hjá honum er 2522. Styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2389.
EM kappingini í talvi er í Dresden í Týsklandi. 11. og síðsta umfarið verður nú leygardagin 14. apríl.