FM í talvi fyri einstaklingar er av, og merkisvert var tað, hvussu væl yngstu luttakararnir stóðu seg.
Rani Nolsøe er fyrrverandi formaður í Talvsambandinum. Hann var meistari í 1997, og at hann framvegis er aktivur sást, nú hann luttók í landsliðsbólkinum.
Hóast úrtøkan hjá Rana ikki var nakað at reypa hurrá fyri hesa ferð, so fegnast hann um stóru framgongdina, sum kappingin vísti er í føroyskari telving:
- Rógvi Egilstoft Nielsen, sum vann 1. bólk, hevur leingi verið ávegis, og tað verður spennandi at vita, um hann verður førur fyri at veita Helga Dam Ziska mótstøðu. Eg eri eisini ógvuliga spentur uppá, hvussu tað fer at hilnast hjá bara ellivu ára gamla Høgna Egilstoft Nielsen, sum endaði á triðja plássi í unglingabólkinum. Margar Berg og Herborg Hansen eru eisini spennandi telvarar. Men tað er serliga rimmar avrikið hjá Helga Dam Ziska, sum eg haldi vera heilt merkisvert, staðfestir Rani Nolsøe.
Hvussu tá?
- Helgi er framúr gávuríkur. Hann lyftir yvirliggjaran í føroyskari telving heilt nógv, og hann leggur stórt trýst á hinar telvararnar. Eingin føroyskur telvari kann rokna við at vinna á honum. Um tað kortini skal eydnast, so er neyðugt við góðum fysikki, nógvari fyrireiking, hollari teoretiskar vitan og øllum hinum, sum skal til. Og skal tað við øllum hesum í viðførinum eydnast at vinna, so skal Helgi samstundis ikki hava ein góðan dag. So góður er hann.
Hvat vilt tú sammeta hansara avrik við?
- Tað minnir meg um gjøgnumbrotið hjá Bent Larsen sum fyrsti danski stórmeistarin, og tað minnir meg um, tá ið Ísland var í sonnum talv ævintýri og vann fimm stórmeistarar fyrst í áttati árunum ella í kjalarvørrinum av HM uppgerðini ímillum Bobby Fisher og Boris Spasskij í 1972.
Verður Helgi Dam Ziska stórmeistari?
- Tað hevur hann fyritreytir at verða. Eg veit, at hann nú raðfestir studentaskúlan og harvið ikki ferðast so nógv til kappingar, sum hann hevur gjørt. Men eg ivist ikki í, at hann studerar og telvar eina rúgvu. Hann hevur menniskjaligu dygdirnar. Tá meini eg við, at hann er í javnvág, hann er disiplineraður og harmoniskur, fittur, fólkaligur og alt tað, sum skal til. Og so hevur hann eisini ógvuliga stóra styrki sum telvari. Ættarliðið undan honum – Hans Kristian, Olaf, Martin og so Carl Eli – eru dugnaligir, men hesa ferð var talan um sanna valdsdemonstratión av Helga Dam Ziska.
Rani Nolsøe heldur, at tað eru fleiri orsøkir til, at telvingin hevur tað gott í Føroyum í løtuni:
- Talvsambandið við eldhugaða Jógvani Joensen á odda ger eitt stórt arbeiði millum børn og ung. Tað fruktar sjálvandi. Ungdómarnir duga væl at nýta telduna og internetið í sambandi við talv. Tað er avbjóðandi. Eitt nú fáa tey spennandi og mennandi uppgávur at loysa. Og so vil eg fegin vísa á, at tað framvegis fruktar eftir frambrotið, sum tað var, tá ið Jákup Mikkelsen í síni tíð tók stig til at bjóða Predrag Nikolic og Ivan Sokolov henda vegin í 1992, vísir Rani Nolsøe á.