8. Grand-Prix Talv-Kappingin 2008/09 varð telvað á Toftum leygardagin. Talan var hesuferð um Kvik-kapping, har hvør telvari hevur 15 minuttir til talvið. Luttøkan var metstór, nú heili 40 luttakarar sessaðust við talvborðini í nýútvegaðu, sera stásiligu, talvhølunum á Toftum. Elitan var har: 3 av okkara sterkastu í topp 5 á føroyska styrkilistanum: IM Helgi Dam Ziska, IM John Rødgaard og FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Hetta setti - aftur hesuferð - sín heilt serliga jaliga dám á kappingina: Sterkastu - fyrimyndirnar - og nýbyrjarin í somu kapping.
Og talan gjørdist um eina heilt óvanliga spennandi kapping, tí ongin vildi dragna og ongin slapp at leggja frástøðu á stigatalvuni. Men Finnbjørn Vang vísti enn einaferð, at dygdirnar í kviktelving eru heilt einastandandi góðar. Avgerðin fall ikki fyrr enn í 7. og seinasta umfarinum, tá Finnbjørn basti John Rødgaard og Helgi vann á Torkili. Innanhýsis telvdu vinnararnir javnt fyrr í kappingini. Í tíðarneyðini hjá báðum, bjóðaði Helgi javnt og eftir nærri umhugsan, tók Finnbjørn av. Ivasom avgerð, tí Finnbjørn uttan iva hevði Helga í mátneti. Men ivaleyst røtt avgerð, tá minni enn 2 minuttir eru eftir á klokkuni.
Nakað sensationelt skoraði 16 ára gamli, Hjalti Toftum Jógvansson, seg frammum fleiri av sera sterku telvarunum í kappingini - uppá 3. plássið við 5½ stigum. Telvaði væl og eins væl upplagdur var Rógvi Egilstoft Nielsen við greiða 4. plássinum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Talvsambandinum.