Helgi og Kjartan eru aftur millum áskoðararnar

Føroysku áskoðararnir eru við at savnast í høllini, har dysturin móti Montenegro verður klokkan 17

Føroysku áskoðararnir streyma nú inn í Unity Arena í Fornebu, har fyrsta bríkslið ímóti Montenegro verður klokkan 17.

 

Spælararnir eru komnir í høllina, har teir hita upp. Aftur í dag eru tað Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen, sum ikki eru á listanum.

 

Føroyar hava tvær ferðir áður spælt hondbóltslandsdyst móti Montenegro.

 

24. oktober í 2018 endaði tað 24-24, tá ið Montenegro átti heimavøll.

 

Føroyar áttu 13. Juni í 1029 heimavøll í Danmark og tá vann Montenegro 24-21.

 

Dómararnir eru úr Portugal. Teir eru Daniel Accoto Martins og Roberto Accoto Martins.