ÚR GÍ TIL NSÍ
Krzystof Popcsynski skal komandi ár spæla við GÍ, har hann er ætlaður at vera við til at gera álopið uppaftur meiri vandamikið, enn tað var í farna kappingarárinum.
Men nú eru greiðar ábendingar um, at tyngdin í álopspartinum hjá GÍ komandi ár ikki verður tann, sum tað higartil hevur verið roknað við, at hon skuldi verða.
Óli Hansen og Helgi L. Petersen mannaðu álopssessirnar hjá GÍ í hesum kappingarárinum. Men komandi kappingarár skulu teir báðir spæla við NSÍ.
? Eg havi skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ, sigur Helgi L. Petersen. Eg havi havt tvey góð ár í Gøtu, har eg havi spælt saman við góðum spælarum, og vit hava havt ein fínan venjara. Men nú gongur leiðin aftur til Runavíkar, er tað, sum Helgi L. Petersen hevur at siga um nýggju avbóðingina. Og tá vit eitt sindur seinni fáa fatur á Óla Hansen, tekur hann av fullum huga undir við tí, sum álopsmakkarin tvey tey seinastu árini í GÍ og tvey tey komandi árini í NSÍ hevur at siga um tíðina í Gøtu.
Betri fyritreytir
Vit skulu hava tríggjar profilar at hjálpa okkum, so halda vit okkum hava betri møguleikar at gera okkum galdandi í kappingini um heiðursmerkini. Hetta var boðskapurin frá NSÍ og Jógvan Martini Olsen, tá tað fyri einum góðum mánað síðani varð almannakunnugt, at Jógvan Martin komandi ár skal venja NSÍ.
? At teir báðir fara at spæla við okkum aftur, eru vit fegnir um. Eingin ivi er um, at teir eru góðir spælarar, og vit halda, at tað eisini hevur stóran týdning, at vit fáa tveir spælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum hjá okkum. Tað styrkir um lokala samleikan, og tað halda vit vera týdningarmikið, sigur Jónsvein Knudsen, sum er ein av monnunum í leiðslubólkinum hjá NSÍ.
Um tað koma fleiri enn tveir nýggir spælarar til NSÍ, dugir Jónsvein Knudsen ikki at siga í løtuni, men tað er ikki heilt óhugsandi, at onkur annar nýggjur maður verður í hópinum, tá Jógvan Martin Olsen og hansara menn eftir ársskiftið fara at leggja til brots aftur.
Bæði Óli Hansen, sum 26. november verður 25 ár, og Helgi L. Petersen, sum verður 24 5. apríl, spældu øll barnaárini í NSÍ, og teir vóru við til at manna besta NSÍ liðið, inntil teir í fjør fóru at spæla við GÍ.
Stóra úrtøku
Í GÍ hava fyrrverandi NSÍ spælararnir, sum nú aftur fara at umboða barnsdómsfelagið, havt undanvind. Tað boða hagtølini frá.
Í fjør fekk GÍ 41 mál, og teir báðir skoraðu seks mál í part. Í ár skoraði GÍ 53 mál. Helgi L. Petersen var toppskjútti í 1. deild við 19 málum, og Óli Hansen skoraði átta mál. Tað vil siga, at teir báðir skoraðu meiri enn helmingin av øllum málunum, sum GÍ fekk.
Í kappingarárinum, sum var liðugt á mikkjalsmessu, skoraði NSÍ tilsaman 23 mál í átjan dystum. Tað boðar frá, at teir hava brúk fyri spælarum, sum eru førir fyri at fáa úrtøku burturúr, tá liðið spælir seg til møguleikar, og nú áttu fyritreytirnar at verið betri fyri at spælt seg til møguleikar og at fingið størri úrtøku.