Fótbóltur
Fríggjadagin var greitt, at ein av stuðulsspælarunum á landsliðnum seinasta árið, Christian Lamhauge Holst, ikki verður við, tá ið landsliðið fer niður til Portugals, har vinardystur verður á skránni mikukvøldið í næstu viku.
Nýggjur maður í ferðalagnum, sum í dag er farið til Porugals, er Bogi Løkin. 19 ára gamli NSÍ miðvallarin er úttikin frammanfyri fleiri meiri royndar menn á landsliðnum, og undan fráferðini úr Føroyum hevði landsliðsvenjarin einki ímóti at grundgeva fyri valinum av unga mannininum, sum mikukvøldið hevur møguleika at spæla fyri fyrstu ferð á besta landsliðnum:
- Eingin ivi hevur verið um fótbóltsevnini hjá Boga Løkin. Trupulleikin hjá honum hevur verið, at hann ikki hevur verið so væl fyri kropsliga, sum fleiri aðrir spælarar hava verið. Soleiðis er tað ikki longur, og hetta er ikki komið av ongum. Bogi hevur vant nógv og miðvíst - likamliga venjing og alla aðra venjing. Tað hevur givið úrslit. Bogi hevur í ár verið ein tann besti miðvallarin í landskappingini. At hann hevur sunnan og gagnligan lívsstíl hevur sjálvandi verið við til lyfta uppundir stóru menningina, staðfestir Jógvan Martin Olsen.
Fimm fráverur
Fimm av spælarunum, sum høvdu verið uppløgd val millum teir fyrstu ellivu, mynstra ikki við henda túrin. Talan er um miðverjarnar Jón Róa Jacobsen og Fróða Benjaminsen, vongverjan Einar Hansen og miðvallaran Súna Olsen og nú álopsspælaran Christian Lamhauge Holst.
At hesir ikki eru tøkir ber við sær, at venjarin er noyddur at gera stórar broytingar. Talan verður eisini um øðrvísi mál við dystinum, enn tað upprunaliga varð ætlað, at tað skuldi vera. Ætlanin var at samanspæla verjuna, sum tað – eitt nú orsaka av skaðum - ikki hevur verið møguleiki at gjørt. Nú er málið at síggja, um tað eru aðrir spælarar, sum kunnu standa seg á altjóða støði.
Tá ið Fróði Benjaminsen, Jón Rói Jacobsen og Einar Hansen ikki eru tøkir, skulu í hvussu so er tveir nýggir verjuspælarar finnast, sum kunnu manna fýra tær aftastu ódnirnar saman við Jóhan Troest Davidsen og Jónasi Þór Næs, um hesin seinni nevndi verður førur fyri at spæla.
Millum møguleikarnar eru Egil á Bø, Bartal Eliasen og Leif Niclasen, ið eru verjuspælarar. Ein annar møguleiki er at flyta Atla Danielsen og Bárð Olsen av miðvøllinum og aftur í verjuna, og kanska Christian Høgna Jacobsen aftur á vongverjan.
Longri frammi á vøllinum verður ikki neyðugt at gera so stórar broytingar. Símun Samuelsen, Christian Høgni Jacobsen og Jákup á Borg eru møguleikar í borðunum. Rógvi Jacobsen verður fremsti maður, og tað kann væl vera, at nýggjasti maðurin, Bogi Løkin, verður næstfremstur. Hann man vera ein teirra, sum er best fyri at renna tvær ferðir trý korter niðri í portugisiska hitanum.
Mikkjal Thomassen og Atli Danielsen eru ivaleyst bestu boðini upp á sentral pláss á miðvøllinum.