Seinnapartin eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið á skránni. Tað verður kappast um, hvørji fýra lið skulu kvalifisera seg til hálvfinalurnar. Meðan talan verður um tvær hálvfinalur, har tað verður spælt bæði á heimavølli og útivølli, so skal tað í dag gerast av, hvørji lið skulu í hálvfinalurnar. Um tað stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, so verður longd leiktíð, og um tað framvegis verður javnt, so verða vinnararnir funnir í brotssparkskapping.
Hálvfinalurnar eru ásettar at vera mikudagarnar 29. mai og 7. august, og finalan verður leygardagin 24. august.
Líkindini vera hampulig at spæla fótbólt seinnapartin, og ættin verður góð í øllum fýra støðum, har tað fer at ganga fyri seg. Hann sigur frá frískum loti av suðri ella útsynningi, tað verður turt fyri tað mesta og sólin fer at kaga undan viðhvørt. Hitastigini fara at tosa seg heilt upp á 9!
Fjórðingsfinalur í kappingini um løgmanssteypið:
Í dag
KÍ-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Víkingur-FC Suðuroy: Alex Troleis kl. 15.00
Skála-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
HB-EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 15.00