Helst ikki umval í Kvívík

Í longri tíð hevur ein sak koyrt í Innlendismálaráðnum, har ein kommunustýrislimur hevur kært framferðina til valið. Eftir øllum at døma verður onki umval, tí fólkini handan listan, sum ivi er sáddur um, hava øll greitt frá, at alt er farið rætt fram. Tó eru ikki allar súgur syftar enn, tí fólkini kring lista B krevja framvegis eitt umval

Tað er eittans mál, sum hevur fylt nógv á dagsskránni hjá fólkunum í Kvívíkar kommunu seinastu tíðina. Spurningurin hevur verið, hvørt tey skulu á val av nýggjum, ella um verandi kommunustýri sleppur at halda fram.

Tað nýggjasta í málinum, er, at Innlendismálaráðið greiðir frá, at sambært stillarunum hjá lista A, var onki galið við listanum, sum var kliptur og klistraður. Tí tey hava øll greitt Innlendismálaráðnum frá, at tað er sami listi, sum bleiv latin inn, sum tey fingu at skriva undir uppá.

Hesi høvdu freist í gjár at lata sínar viðmerkingar inn.

Soffi Egholm heldur tó ikki, at allar súgur eru syftar, tí 12. januar skulu stillararnir á lista B greiða frá síni støðu.

- Málið er ikki liðugt enn. Tað mangla enn allar viðmerkingarnar frá B-listanum, og vit hava framvegis eitt ófrávíkiligt krav um umval, sigur Soffi Egholm, kommunustýrislimur, sum kendi, at tað varð roynt at forða fyri, at hon slapp at stilla upp og at nógv skeivt fór fram til valið. Hon helt tað vera so galið, at hon sendi Innlendismálaráðnum kæruna, sum nú hevur verið til viðgerðar í longri tíð.

Hóast ivi bert var sáddur um lista A, sum var bæði kliptur og klistraður, so hevur Soffi Egholm ikki givið skarvin yvir.

- Tað eru fleiri av stillarunum hjá okkum, sum hava kontaktað meg og hava greitt frá, at tey hava viðmerkt, at nógv løgið fór fram, greiðir Soffi Egholm frá.


Eitt langt mál

Málið byrjaði tann dagin listarnir skuldu inn tann 21. oktobur. Ógreitt er, hvussu dagurin fór fram, tí Heini Holm, ið er fyrrverandi borgarstjóri og stillari til valið, greiðir frá einari søgu, meðan Soffi Egholm og Tórarinn Didriksen greiða frá einari aðrari, ið als ikki líkist.

Sum skilst var orsøkin til, at listin var broyttur stutt fyri freistina, at Heini Holm, fyrrverandi borgarstjóri og ein av stillarunum á lisa A, ikki vildi hava Tórarinn Didriksen á listan, og avgjørdi tí at bróta listan.

Hetta endaði við, at tey á lista B máttu gera heilt skjótt av, fyri at náa at stilla upp. Tað eru eisini ymisk onnur ting, ið samband við uppstillingina, sum sambært Soffi Egholm eru ivasom.

Tó kann tað tykjast, at málið er nær eini loysn, tí sambært Hilmari Høgenni fór onki svik fram við lista A.

- Stillararnir hava allir svarað, at onki fór skeivt fram. Tey siga, at bæði tal á valevnum og nøvnini vóru tey somu, sum vóru á listanum sum tey skrivaðu undir, sigur Hilmar Høgenni.

Soffi Egholm er tó enn av einari aðrari áskoðan.

- Tað burdi verið klárt fyri øllum, at okkurt undarligt fór fram, og tí fara vit á ongan hátt frá kravinum hjá okkum um umval, staðfestir Soffi Egholm.

12. januar er seinasta freist hjá fólkunum á lista B at greiða frá, hvat hendi, so tað verður helst skjótt, at ein loysn verður funnin.