Helst ringasta tokvanlukkan nakrantíð

Ein leki var orsøkin til tokspreingingina í norðurkoreanska býnum Ryongchon, sum kann hava kravt túsundtals mannalív

Nógv bendir á, at tokvanlukkan í Norðurkorea fyrradagin er tann ringasta í søguni. Úr Norðurkorea frættist einki um vanlukkuna í gjár, men suðurkoreanskir myndugleikar vildu vera við, at vanlukkan kundi hava kravt eini 3.000 mannalív.

Spreingingin hendi á sjálvari tokstøðini í býnum Ryongshon, og støðin er mitt í býnum. Tey fyrstu tíðindini vildu vera við, at talan var um tvey tok, sum stoyttu saman, og at spreingingin var so ógvuslig, tí bæði tokini vóru fullfermd við brennievni. Seinni skrivaði almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua, at talan var um eitt tok, sum var fermt við ammoniumnitrati, og at spreingingin stóðst av einum leka.

Hevur vanlukkan kravt so mong mannalív, sum tey suðurkoreansku tíðindini vilja vera við, er hon tann ringasta nakrantíð. Ringasta tokvanlukkan higartil er tann, sum hendi í India tann 6. juni í 1981, tá ein melduródn slongdi eitt fullsett ferðamannatok av breytini. Meiri enn 800 fólk doyðu.