Helt at eldur var í bilinum

Tey, ið komu úr Hoyvík og norðan fyri inn í Havnina beint fyri klokkan átta í morgun, hava allarhelst møtt bilum frá sløkkiliðnum á veg norður eftir.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein fráboðan kom frá einum bilførara, sum óttaðist, at eldur var í bilinum. Sjálvur var hann farin úr bilinum orsaka av royki.

 

Tá sløkkiliðið kom á staðið kundi tó staðfestast, at so galið var heldur ikki. Eingin eldur var í, men sikringsboksin í bilinum hevði "futtað av," sum maðurin segði.

 

Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

 

Annars sigur løgreglan, at náttin hevur verið friðarlig.