Helvitisprædikantarnir vóru so sanniliga eisini at finna aðrar staðir m.a. innan indremissiónina, sum eg flýddi frá, tá tað bleiv ov heitt í sunnudagsskúlanum. Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at eg síðani - av og á - vitjaði baptistasunnudagsskúlan, ið var eitt gott friðskjól, har eg kundi føla meg tryggan og glaðan og hoyra góðar søgur. So helvitisprædikantarnir funnust innan ymsar samkomur, og sagt verður, at teir meira enn so finnast enn.
Um so er, so eiga myndugleikarnir at steðga teimum ongantíð ov skjótt, tí barnasálirnar eru viðbreknar, og mong tola ikki tílíkan sálartortur, sum talan er um. Annars vísir Bíblian - tá tosað verður um Helviti - til eitt stað uttan fyri Jerusalem, sum tey spitølsku - sum órein - høvdu at halda seg til, tí har var - av góðum grundum - grátur og tannagrísl, og har brendi eldur dag og nátt, so tey deyðu kundu verða brend. Tað løgna er, at helvitisprædikantarnir og teirra viðhaldsfólk gjøgnum tíðina eins og í dag, stuðla veruligum Helvitum á jørð fyri milliónum av sakleysum kvinnum, monnum og børnum. Tí mong - alt ov mong - av teimum hava í praksis skift: at elska Guð og næstan - út við: at elska Mammon og traðka/ignorera ella líkafram skíta á næstan. Hjá okkum eru tey serliga havnaði í Fólkaflokkinum, men eisini í tí svarta partinum av Sambandsflokkinum, og har hava tey stuðlað m.a. Helviti undir Apartheid, Helviti í Chile undir Pinochet og Helvitis pínslir undir Bush fyri at nevna nøkur dømi. Hyggja vit heima hjá okkum sjálvum, so niðurbróta hesi somu hitt solidariska samfelagið, og arbeiða samstundis fyri, at junglelógin skal fáa fastatøkur.
At fólk fara svong inn í jólini, meðan 120 - 130 børn við sálartrupulleikum skulu bíðja 2 ár eftir hjálp, hevur onki við blokk at gera, men um manglandi næstrakærleika í gerandidegnum og í lógarsmíðnum.
Og at 100-tals mill. ikki koma í húsarhaldskassan botnar í junglulógarstøðuni, sum stendur við og versnar. Løgið at Helvitisprædikantarnir og teirra viðhaldsfólk eru so upptikin av einum fiktivum Helviti, tá tey samstundis skapa og stuðla veruligum Helvitum í dusinklassanum kring allan knøttin. Høvdu vit kunnað steðgað egoistiska hatursevangeliinum og í staðin tikið kærleiksboðið til okkara, so kundi Helvitsprædikantar og Helvitisprodusentar pakkað saman.
Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.?