Tað heldur ein belgiskur listakennari, sum hevur skrivað eina bók um spanska listarmannin. Stan Laurysses sigur, at Dali stóð sjálvur aftanfyri svikið og læt aðrar listamálarar málað verk í sínum navni, og Dali sjálvur legði bert sín signatur til verkini. Ein talsmaður fyri Salvador Dali grunnin sigur, at pástandirnir í nýggju bókini eru ikki sannir. Hann heldur, at talan er um lygnir fyri at gera vart við bókina.