Helvtin toskur

Meginparturin av teimum 41 tonsunum, sum uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi í dag, var trolfiskur. Knappliga 20 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 15,48 krónur í meðal, toskur III fyri 14,79 og toskur IV fyri 13,16 krónur í meðal.

Góð fimm tons vóru av hvítingi, og tað mesta fór fyri 11,19 krónur fyri kilo. Nakað av kongafiski var eisini, at hann fór fyri 14,35 krónur.

Í dag var umleið hálvt fimta tons av kalva á uppboðssøluni. Tað mesta var kalvi II, og meðalprísurin fyri hann var 77,39 krónur.

Tey 41 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 845.000 krónur.