Úrslitini tala fyri seg:
Talið av miðnámsnæmingum er økt við uml. 420 síðani 2008
Talið av lesandi er økt við uml. 200
Og 62 fleiri fáa sær eina maritima útbúgving nú afturímóti í 2008.
Tilsamans eru næstan 700 fleiri ung fólk lestrarvirkin í Føroyum í dag samanborið við 2008. Vit fjøltátta og fjølbroyta alla tíðina tilboðini. Henda gongdin skal halda fram.
Nýggjar matvøruútbúgvingar
Nýggjar matvøruútbúgvingar eru settar á stovn, og haldast skal fram - tí verður tekniski skúli í Klaksvík útbygdur.
Hægri útbúgving innan matvørufrøði verður fyrireikað á Fróðskaparsetrinum at byrja longu næsta ár.
Nýggjur miðnámsskúli verður bygdur í Marknagili, endamálið er at menna útbúgvingarnar og fjøltátta tær.
Fleiri útbúgvingartilboð verða í næstum á skúladeplinum í Suðuroy.
At røkka so langt hevur kravt beinharðar raðfestingar, og so verður eisini frameftir.
Virðisøking av virðismiklum fiski gevur búskaparvøkstur
Kunnu vit virðisøkja og marknaðarføra risastóra tilfeingið, sum vit taka upp úr sjónum við bert fáum prosentum, skapa vit neyðugan búskaparvøkstur. Og tað ber væl til - við neyðugari vitan, førleika og vilja!
Týdningarmiklir viðleikarar eru fiskivinnan og vinnan sum heild. Og sjálvsagt miðvísar vinnu- og fiskivinnupolitiskar avgerðir.
Ímeðan skal tað vera liviligt hjá lesandi og lágløntum
Javnaðarflokkurin fer at lætta um í skattinum hjá lág- og meðalinntøkum, og tryggja teimum lesandi 12 mánaða lestrarstuðul, umframt at kringvarpsgjald og heilsutrygd verður lagt inn í skattin. Tað bøtir um livikorini hjá teimum, sum hava tað tyngst í dag. Tað lættir um skattatrýstið á vanliga løn.
Skattauppskot Javnaðarfloksins gevur rúm fyri at veita munagóðan skattalætta til lágar og meðal inntøkur, og at geva teimum lesandi betri livikor. Tað er fíggjað.
Fólkaflokkurin vil lætta um skattin hjá teimum háløntu og innføra flatan skatt. Tann kasino-búskapin, sum teir trúgva upp á, hevur allur heimurin kent sviðan av.