Hendan dystin skal Fólka­flokkurin ikki vinna

Rættilig ósemja hevur tik­ið seg upp í samgonguni mill­um Fólk­a­flokkin og Miðflokkin um gjald­ið til Heilsutrygd.??

Jákup Mikkelsen, sum er for­maður fyri tingmanningini hjá Fólk­a­flokkinum, og Brand­ur Sandoy, tingmaður, hava stað­fest, at teir taka ikki und­ir við, at gjaldið skal um­skipast, soleiðis sum lands­stýr­is­mað­ur­in í heil­s­­u­mál­um, Kar­sten Hansen, ætlar.??

Gjaldið til Heilsutrygd er nú 265 krónur um mánaðin, sama, hvat inntøkan er.????

Nú skal gjaldið broytast so, at øll rinda eitt fastgjald á 160 krónur um mánaðin og síð­ani 0,55% av skattskyldugu inn­tøkuni.???

Í Fólkaflokkinum eru kreft­ir, sum ikki vilja góð­taka, at gjaldið verður lagt í skattin.??Sjálvur ger Kar­sten Hansen greitt, at hetta er ein avtala í sam­gong­u­na, eisini við Fólka­flokk­in.??Upp­r­unaliga var ætlanin, at fasta gjaldið skuldi verða 150 krón­ur um mánaðin og síð­ani skuldu øll rinda 0,6% av skatt­skyldugu inntøkuni aft­ur­at.????Men í evstu løtu varð tað fasta gjaldið hækka upp í 160 krónur um gjaldið yv­ir skattin varð lækkað nið­ur í 0,55% og tað var eftir av­talu við formannin í Fólk­a­flok­k­i­num.??Men Jákup Mikkelsen vís­ir aftur, at talan er um eina semju. ??Hann sigur, at tað ein­asta, Fólkaflokkurin hev­ur góðtikið, er, at upp­skot­ið verður lagt fram í Løg­ting­i­num og so skuldi semja finn­ast um tað í Løgtinginum.????

Hann sigur, at gjaldið, sum er, skal halda fram og so skal tann neyðuga tíðin brúk­ast til at finna ein annan gjalds­hátt, sum samgongan kunnu liva við.??

– Hetta er eitt rættiliga prin­sipielt mál, staðfestir hann.?

– Landsstýrið kann ikki ar­beiða so, at mál verða tveitt nið­an í Løgtingið og so skal tað standa til andstøðuna at gera av, um tað verður sam­tykt ella ikki.??

– Tað sigur seg sjálvt, at verð­ur hetta arbeiðslagið, verð­ur sam­gong­uni ikki langt lív lagað.? Men nú skulu vit nokk hjálpa lands­­stýr­is­mann­i­num í heilsumálum burt­ur úr hes­um, sigur Ják­up Mikkelsen.??Men eftir tí, Kar­sten Hansen sigur, er hann ikki til at vika.??- Her snýr seg ikki um at hjálpa mær við nøkr­um, sum helst.

Hann heldur, at tað er løg­ið, at nú skal neyðug tíð brúk­ast at finna semju, men Flat­skat­turin varð skrumb­l­a­ðu­r ígjøgnum, utt­an at sam­gong­an hevði tíð at bíða eftir nøkr­um sum helst.??Hann sig­u­r, at Fólkaflokkurin vann dyst­in um Flatskattin.

Men at dystin um Heilsu­trygd skal flokkurin ikki vinna, staðfestir hann.??Tinglimir føra eisi­­ni fram, at eftir lógini er gjaldið til Heilsutrygd bara galdandi hetta árið aft­ur­at. ??

Og endar tað við, at Kar­sten Hansen tekur hetta upp­skot­ið aftur, endar øll rokn­i­ngin upp á 115 milliónir, í føvn­ing­inum á Jørgini Nicla­sen, landsstýrismanni í Fíggj­ar­málum.