Hendingarríkt í Runavík

Fótbóltur: Trý reyð kort í 2. deildardystinum á Eystanstevnu, sum leirvíkingar vunnu 4-3

2. deild: NSÍ-LÍF 3-4 (2-3)


Eingin slapp at keða seg, tá leirvíkingar vóru í Runavík og spældu stevnudyst. Tað komu sjey mál, og tríggjar ferðir hevði dómarin, Eiler Rasmussen, reyða kortið á lofti. Tveir av spælarunum hjá heimaliðnum sóu reytt, og venjarin hjá teimum fekk eisini ostaskorpuna stungna fyri næsarnar.

Inni á vøllinum løgdu leirvíkingar í dýrdarveðrinum fyri sum eitt ódnarveður. Bara tveir minuttir vóru farnir, tá mittasti miðvallarin hjá LÍF, Tomek, setti hol á. Eftir langt innkast fekk han bóltin út frá og skoraði, og hann økti til 2-0 við høvdinum, eftir at Mirek hevði sent fríspark inn móti málinum, og NSÍ málverjin, Pól Egholm, hevði roynt at boksað burtur. Tá var eitt korter farið.

Bara tveir minuttir seinni minkaði Johnny Skibenæs um munin, eftir at innlegg var komið innfyri úr vinstru, og LÍF verjan ikki rakti bóltin.

Og so var tað, at fyrsta reyðakortið var á lofti. Mirek sendi móti málinum, Dagfinn Olsen steðgaði bóltinum á strikuni, og tá hann var farin av vøllinum sendi Kaj Eli Olsen brotssparkið í netið.

Hóast teir vóru undirmannaðir, so vóru teir á heimaliðnum væl við, og fyri steðgin minkaði Johnny Skibenæs enn eina ferð um munin. Skotið var úr minst 30 metra fjarstøðu, og beinanvegin í 2. hálvleiki komu undirmannaðu NSÍarnir uppá javnleik. Í klumpaspæli royndi Ove Heinesen at sparka burtur, men bólturin rakti afturpartin á LÍF málverjanum Halli Hansen, og retururin støkk í málið, og so var dysturin púra opin.

Avgerðin um hvagar stigini skuldu fara fall eftir eitt stórt korter. Pól Egholm, málverjin hjá NSÍ, og Jonhard Høgnesen, sum stutt frammanundan var komin inn í LÍF álopið, brustu saman, og dómarin dømdi brotsspark og vísti NSÍ málverjanum av vøllinum. Hetta líkaði teimum á heimaliðnum heilt illa, og tað var í hesum sambandinum, at NSÍ venjarin sá reytt.

Mortan Hansen fór í NSÍ málið, og Tomek sendi brotssparkið í netið. NSÍ megnaði ikki at svara aftur, og so fóru stigini til Leirvíkar.