Nú um dagarnar gav Heilsuhjálparfelagið út bókina “Hendur, ið fjálga”, sum eru brot úr felagssins søgu við nógvum áhugaverdum myndum. Bókin varð løgd fram í Miðlahúsinum, har forkvinnan í felagnum og rithøvundi, Ása Olsen greiddi frá bókini. Eisini landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm varð til steðar og bar heilsu fram.
Hann ynskti felagnum hjartaliga tillukku við útgávuni og helt fyri, at tað er av størsta týdningi, at ikki bert heilsuhjálparar men eisini øll onnur, politikarar og allir borgarar fáa høvi at seta seg inn í spennandi søguna hjá heilsuhjálparum, soleiðis at vit øll kunnu síggja og skilja tann ovurstóra týdning teir fyri alt okkara samfelag, ikki bara fyri vælferðina hjá tí einstaka, sum hevur tørv á teirra hjálp, men eisini øllum avvarandi - og ikki at gloyma tann altavgerandi týdningin henda skipan hevur fyri, at allur okkara arbeiðsmarknaður og vinnulív kann fungera. -Tað eru tit, ið bera alla eldrarøktina - vóru tit ikki, ja so var ongin eldrarøkt – so einfalt er tað segði landsstýrismaðurin og helt fram:
Smíl og beinasemi
-Tí haldi eg eisini, at tað er eitt so vakurt heiti, tit hava givið bókini, ”Hendur, ið fjálga”, tí tað sigur alt um tann menniskjansliga partin, sum eyðkennir tykkara arbeiði. Her kom eg at hugsa um tey vøkru orðini hjá Klaus Hermann, táverandi almannastjóra, sum hann skrivaði í einum formæli til ein bókling, sum Heimahjálparskipanin gav út í 1984:
”Okkum tørvar øllum eitt smíl, beinasemi, reinføri og hjálp frá øðrum. Teimum, sum eru illa fyri, tørvar hetta enn meira – og eingin veit, nær tað er tú ella eg, sum hava serligan tørv.
At nøkta tørvin á mati, reinføri, smíli, hjálp, gleði og beinasemi – tað er heimahjálp – tað er lívsvirði.
Klaus Hermann lýsir í hesum broti við fáum orðum tað, sum tykkara arbeiðsøki snýr seg um: at nøkta tann menniskjansliga tørvin, bæði tann grundleggjandi, tann praktiska og tann sosiala.
Vælferðarsamfelagið
Landsstýrismaðurin vísti á, at søgan um Heimarøktina er vovin inn, ja er ein megintráður í søguni um tað føroyska vælferðarsamfelagið. -Føroyska vælferðarsamfelagið tók skap í 70’unum. Tá var eingin skipað eldrarøkt her á landi, bert nøkur fá ellisheim, sum langt frá kundu veita tey neyðugu plássini. Tað var familjan, sum hevði ábyrgdina av okkara eldru, tað vóru døtur og verdøtur, sum syrgdu fyri, at lívsins kvøldarstund var trygg og fjálg. Hesin gerandisdagurin broyttist jú við tíðini. Arbeiðsmarknaðinum tørvaði konufólk. Og teimum eldru tørvaði tykkum. Á henda hátt víðkaði Heimahjálpin tann føroyska arbeiðsmarknaðin, bæði við, at tað bleiv gjørligt hjá fleiri konufólkum at fara til arbeiðis, tí at tað eldra húsfólkið nú var í tryggum hondum, og við at Heimahjálpin eisini bleiv eitt lutfalsliga stórt arbeiðspláss, næstan bara fyri konufólk.
Heilt frá byrjan komu tit í næstan hvørt heim í landinum, og í familjunum tóku tey ímóti tykkum sum húsfólk. Tað er tykkum fyri at takka, at okkara eldra ættarlið og okkara veiku fingu ein virðiligan gerandisdag. Tit fingu ein sentralan leiklut í mongum føroyskum familjum, og hava havt tað síðani.
Heimahjálpin varð sett á stovn í 1973. Hetta var byrjanin til eina skipaða eldrarøkt og umsorgan fyri fólki við serligum tørvi her á landi. Tænastan, tit veittu, betraðist eisini, tá farið varð í holt við útbúgvingarskeið fyri heimahjálpir. Her fingu tit frálæru í sjúkrarøkt, matlæru, og sálarfrøði, men eisini í oljufýrum (!) og í at bøta klæði, fyri at nevna nakrar av lærugreinunum. Tá vóru tit væl rustaðar til ein arbeiðsdag sum heimahjálpir, har arbeiðsuppgávurnar fevndu um allar teir aktivitetir, ein vanligur gerandisdagur ber við sær.
Betri tíð
Kanska var betri tíð til hvørt einstakt menniskja, ella brúkara, sum vit siga í dag, tá byrjað varð við heimahjálp í Føroyum. Tíð til smílini, gleðina, beinasemið, sum Klaus Hermann tók til. Hinvegin ber tað til at siga, at tey formligu fakligu arbeiðsviðurskiftini eru munandi betri í dag enn fyrr. Við setanarbrævi eru tit tryggjaðar fleiri rættindi og fleiri møguleikar, enn tá tit vóru tímaløntar. Nú eru eisini góðir møguleikar fyri útbúgving á skúlanum í Suðuroy. Fyri ikki at tala um, nú nýggjur Almanna- og heilsuskúli verður bygdur til endamálið, saman við miðnámsskúlanum í Hovi. Harvið gerst tað eisini meira innbjóðandi at taka av frálíkum útbúgvingar- og eftirútbúgvingarmøguleikum, so fakliga grundarlagið verður styrkt fyri at veita eina góða og nøktandi tænastu, sum eisini miðar eftir tí tørvi sum framtíðar avbjóðingar fara at seta.
Okkara heimahjálp stendur nevnliga fyri stórum avbjóðingum í komandi árum, bæði tí tað verður eitt støðugt vaksandi tal av eldri, sum fara at hava tørv á tykkara tænastu, og tí at allir partar, tey eldru sjálvi, avvarandi og tit sum fakbólkur – og, vóni eg, eisini politiska skipanin – fara í størri mun at seta krøv til at lyfta innihaldsligu dygdina í tænastuni.
Enn er størsta avbjóðingin framvegis at nøkta grundtørvin á eldrabúplássum til teirra, sum ikki kunnu klára seg heima. Her eru vit gott á veg, men enn er langt á mál í summum økjum, m.a. í Suðurstreymoy.
Visjón
Vit hava tí møguleikan nú at fara undir at fremja visjónina um framtíðar eldrarøkt. Nøkta vit grundleggjandi tørvin á búplássum, fer tað at frígeva ressursir í heimahjálpini, so hon í størri mun kann leggja seg eftir síni kjarnuuppgávu: at stuðla fólki at klára seg heima, við egnum førleika og neyðugum stuðuli frá heimahjálpini.
Innan alla eldrarøktina verður málið ein innihaldslig upplyfting av dygdini í tænastuni og tilboðunum til eldri, bæði á røktarheimum, sambýlum, egnum vardum íbúðum (sum m.a. komandi lutaíbúðalógin fer at slóða fyri) og heimabúgvandi.
Hartil kemur ein bygnaðarligur reformur m.a. við at fremja eina integratión, eina samansjóðing av øllum teim spjaddu tilboðunum og stovnunum í eldrarøktini, so tað í framtíðini verður ein skipan, har einans tørvurin hjá einstaka brúkaranum verður avgerandi fyri, hvat tilboð stendur einum í boði.
So skulu vit eisini taka stigið til at fáa lógarásett rættindini hjá teim eldru við serligari rammulóg um tilboð til eldri, bæði til tey heimabúgvandi og til teirra sum eru á eldraheimunum.
Og landsstýrismaðurin endaði við hesum orðum: -Skal alt eydnast, er tað tó ein treyt at vit eisini syrgja fyri, at tykkara yrkisbólkur fær teir neyðugu møguleikarnar fyri fakligari eftirútbúgving, við skipaðum menningarætlanum fyri starvsfólkinum.
Eg ivist ikki í, at Heilsu- og heimahjálparafelagið fer at verða ein eins konstruktivur og virkin samstarvspartur í hesum arbeiði, so sum tit hava verið higartil.