Tá tann sum skrivar hesar reglur búði norðanfyri Göteborg, skúlaárið 1995-1996 var farið til allar heimadystir hjá IFK Göteborg á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg.
Tá eitt mótstøðulið úr Skåne sum Malmö FF, Trelleborg ella Helsingborg vitjaði Gamla Ullevi leikvøllin sungu teir harðastu og mest ógvusligu fjeppararnir hjá IFK Göteborg, ið nevna seg av øllum "Änglarna" (Einglarnir) : - "Skicka Skåne tillbaka til Danmark, Skicka Skåne tilbaka til Danmark".
Ikki serliga vakurt av "Änglarna" at syngja slíkt, men søguligi sannleikin er, at komandi heimbýurin hjá Brandi Hendrikssyni Olsen, Helsingborg var fram til 1658 ein partur av okkara kongaríki. Men eins og Trankebar, Dansk Vestindien (Nú U.S. Virgin Islands), Ísland, Noreg og Norðurtýskland er talan um fyrrverandi danskt, ella rættari áðrenn 1814 danskt/norskt økið.
Søgan hjá nýggja felagnum hjá Brandi Hendrikssyni Olsen røkkur heilt aftur til 4. juni í 1907, tá Helsingborgs Idrotsförening varð stovnað. Felagið verður oftast nevnt Helsingborgs IF ella HIF millum manna.
Søguliga er Helsingborg nummar sjey á søguliga listanum yvir meistaraheiti í mansfótbólti í svenskum fótbólti, árini 1896-2019 (Kelda: Wikipedia) :
Tal av meistaraheitum: | Felag: |
---|---|
20: | Malmö FF |
18: | IFK Göteborg |
13: | IFK Norrköping |
12: | AIK, Örgryte IS, Djurgårdens IF |
6: | IF Elfsborg |
5: | Helsingborgs IF |
4: | GAIS, Halmstads BK, Östers IF |
2: | Åtvidabergs FF |
1: | Brynäs IF, Fässbergs IF, IFK Eskilstuna, Göteborgs IF, Hammarby IF, Kalmar FF, IK Sleipner |
Helsingborg vann svenska meistaraheitið árini 1933, 1934, 1941, 1999 og í 2011. Helsingborg vann svensku steypakappingina í 1941, 1998, 2006, 2010 og 2011. Felagið hevur sostatt vunnið 10 heiti í fremstu røð í mansfótbólti.
Frægasta evropeiska úrslitið hjá Helsingborg var tá liðið vann seg í bólkaspælið í Europa League, kappingarárið 2012-2013. Tað eydnaðist Helsingborg at fáa fýra stig í seks dystum móti spanska Levante, týska Hannover og niðurlendska Twente.
Sama kappingarárið vann Helsingborg seg heilt fram til undanumfarið til bólkaspælið í Champions League, men skotsku Celtic vóru ov sterkir og vunnu samanlagt 4-0 á Helsingborg.
Henke er kendasti Helsingborg spælarin nakrantíð
Kendasti Helsingborg spælarin í nýggjari tíð, og aftaná Zlatan Ibrahimovic mest kendi svenski fótbóltsspælarin uttanfyri Svøríki er Henrik "Henke" Larsson, føddur í 1971. Við niðurlendska Feyenoord, ið hann spældi við árini 1993-1997 gjørdist Henke Larsson á tveimum sinnum steypavinnari.
Í skotska stórfelagnum Celtic hevur Henke Larsson kultstatus, og er hann millum allarbestu spælararnar í søguni hjá Celtic. Í 221 dystum fyri Celtic, árini 1997-2004 skoraði Henke Larsson 178 mál. Við Celtic vann Henke Larsson fýra meistaraheiti, tvær steypakappingar og tvær Liga Cup kappingar. Á tveimum sinnum var Henke Larsson valdur til ársins spælara í skotsku liguni, og fimm ferðir var Henke Larsson toppskjútti í bestu skotsku deildini.
Árini 2004-2006 skoraði Henke Larsson 13 mál í 40 dystum fyri FC Barcelona, men mátti noyðast við ofta at byrja á beinkinum. Men við Barcelona gjørdist Henke Larsson tvær ferðir spanskur meistari. Við Barcelona vann Henke Larsson eisini Champions League í 2006.
Millum 1993 og 2009 skoraði Henke Larsson 37 mál fyri Svøríki í 107 landsdystum. Mest minniliga avrikið við landsliðnum var tá Svøríki vann HM-bronsu í HM-endaspælinum í USA í 1994.
Henke Larsson spældi í tveimum førum við Helsingborg. Fyrst 1992-1993, har hann skoraði ikki færri enn 50 mál í 56 dystum. Hetta vakti áhugan hjá Feyenoord, har Henke Larsson fór longu í 1993.
Komin heim aftur úr Barcelona spældi Henke Larsson árini 2006-2009 aftur við Helsingborg. Í 84 dystum fyri Helsingborg skoraði gamli málrevurin 38 mál, og var við til at vinna steypakappingina í 2006. Henke Larsson hevur sostatt vunnið steyp í fýra ymiskum londum.
Henke Larsson hevur á tveimum sinnum vant Helsingborg. Fyrsta tíðarskeiðið var árini 2015-2016. Henke Larsson var settur sum venjari hjá Helsingborg undanfarna kappingarár, men aftaná eitt skelkandi tap móti Oscarhamn úr triðbestu deildini fekk Henke Larsson toyggið frá fleiri Helsingborg fjepparum á sosialu miðlunum. Hetta vildi Henke Larsson, ið hevur gjørt nógv fyri Helsingborg, og er teirra kendasti spælari nakrantíð ikki finna seg í, og hann segði upp uppá standandi fót.
Ein keðiligur skilnaður, men í Helsingborg sleppur eingin aftur í troyggju nummar 17, tí tað troyggjunummarið er avlagt til minnis um avrikini hjá Henke Larsson á fótbóltsvøllinum.
"Rio Kalle" var tann trúgvi og drúgvi
Kalle Svensson sum livdi millum 1925 og 2000 fær ikki klokkurnar at ringja hjá teimum yngru fótbóltsfjepparunum í Føroyum, men í tilvitskuni hjá Helsingborg fjepparunum er málverjin, Kalle Svensson sum vardi svenska málið í 73 landsdystum ein risastór legenda.
Tá Svøríki vann bronsu í HM-endaspælinum í Brasil í 1950 stóð Kalle Svensson seg so væl, at hann fekk kelinavnið "Rio Kalle", hóast Svøríki ongan dyst spældi í Rio De Janeiro. Við Svøríki vann Rio Kalle HM-bronsu í 1950, OL-bronsu í 1952 og HM-silvur í 1958, tá Svøríki á heimavølli tapti 2-5 móti Brasil í HM-finaluni á Råsunda leikvøllinum í Solna uttanfyri Stokkhólm, ið hevur skift vakra navnið "Råsunda" um við reðsilsfulla navnið "Friends Arena" (Red: Fyri egna rokning).
Rio Kalle vardi málið hjá Helsingborg í 639 dystum, árini 1944 til 1962. Góðu avrikini á landsliðnum høvdu við sær, at honum stóð í boði at spæla uttanlands, men Rio Kalle vildi bara spæla við Helsingborg, og tí er tað ikki uttan orsøk, at ein vøkur standmynd av Rio Kalle stendur uttanfyri heimavøllin hjá Helsingborg, Olympia leikvøllin sum tekur 16.500 áskoðarar.
Rio Kalle var hin trúgvi og drúgvi sum ikki vann nakað meistaraheiti ella steyp við Helsingborg, men valdi at verja málið hjá liðnum gjøgnum heili 18 ár.
Í Helsingborg er tey so eym um standmyndina av Rio Kalle, at summar vetrar hava tey tikið standmyndina innandura fyri at verja hana móti harða vetrarveðrinum.
##med2##
Brandur partur av søguríkum felagi nú
Nú er Brandur úr Skálavík partur av hesum søguríka fótbóltsfelagnum í tí sum einaferð var partur av danska ríkinum. Hesin gamli Svøríkis-fararin ynskir Brandi góða eydnu við fótbóltsleiðini í svenskum fótbólti, og er meir enn spentur at fylgja svenskum ítróttarmiðlum komandi ár.
##med3##