Henning Olaf Joensen

Føddur 17/1  1941
Deyður 27/6 - 2006-09-18

Tagnaði hamarsslátturin,
mælska røddin,
skemtið.
Ongantíð aftur
sæst reyði krúllurin
koma undan einari húsatekju.
Tagnaði eyðkenda suðriska røddin,
sum hoyrdist í Vágum
í meira enn tríati ár.
Vit vóru saman í mongum vási,
tóku tøk, bygdu hús,
vár  summar  heyst  vetur
vóru frændir  vinir
í skemti og álvara
veiddu haru  náta  fiskaðu.
Tú kundi so nógv
við hondunum skapa.
Ein tekja  eitt vindeyga  eitt portur  eitt veitsluborð
ja, tá eg hugsi um tað
restar mær orð
Tagnaður er hamarsslátturin
og tí: (citat Mikkjal á Ryggi)

Tí syrgja dreingir við sævarflóð
tí tóna streingir so tungt eitt ljóð
tí tagna tegnar við tingsins borð
og skald ei megna at mæla orð.

Við kærleika og samkenslu til Thorborg gummu og tey, ið stóðu Henning nær.

Hesi orð eru rist í helluna í Hýsá av okkara mætasta sálmaskaldið Mikkjal á Ryggi:

Vatnið vinnur harða hellu,
slættar niður fjøll.
Líggin gongur, grasið fellur,
fella so vit øll.

Stirðnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík.
Sálin í Guðs himni bjarta
livir fræls og rík.

Friður verið við minninum um Henning

Valdemar