Henrik heldur fegin fram

Henrik Larsen heldur landsliðsarbeiðið í Føroyum vera sera spennandi, og sjálvur hevur hann avgjørt einki ímóti at halda fram. Enn er sáttmálaprátið tó ikki komið á skránna, men hol verður sett á hetta í mánaðinum

Landsliðsvenjarin

Næsti tvey-ára sáttmálin millum Henrik Larsen og Fótbóltssambandið gongur út, tá inniverandi undankapping er liðug í oktober mánaði. Tað merkir so eisini, at tey í FSF skulu gera av, hvørt talan aftur verður um longt samstarv við stóra danan, ella um aðrar kreftir nú skulu roynast.
Enn er tó ikki farið undir hetta arbeiðið, men sambæst danska blaðnum, Forza, so hevur Henrik Larsen í øllum førum einki ímóti at halda fram í starvinum.
- Verða vit samdir um treytirnar, so vil eg fegin halda fram. Hetta er eitt spennandi starv, og eg havi einki at vera ónøgdir um, men tað eri sjálvandi ikki eg einsamallur, sum geri av, hvørt sáttmálin verður longdur ella ikki, sigur Henrik Larsen í samrøðuni.
Hartil stafðestir føroyski landsliðsvenjarin, at hann sær stórar møguleikar í arbeiðinum við føroyska landsliðnum.
- Tað sær spennandi út. Menningin hevur alla tíðina gingið rætta vegin, og av og á hava vit eisini fingið nøkur fín úrslit. Tað eru nýggir spælarar, sum troka seg framat hópinum, og tað sær út til, at alt liðið hevur eitt stórt potentiali, staðfestir hann.

Líkist eini leingjan
Enn hava FSF og Henrik Larsen ikki tosað beinleiðis um nýggjan sáttmála, men sambært Jens Erik Magnussen, formanni í landsliðsnevndini, so verður farið í holt við hetta í næstum.
- Tað einasta, sum vit higartil hava tosað um, er at vit skulu tosa saman um sáttmálaviðurskiftini. Enn er eingin dagfesting sett á hetta, men væntandi verður farið í holt við tað í hesum mánaðinum, staðfestir Jens Erik.
Spurdur, hvørt FSF eisini er áhuga í longdum samstarvi, vil Jens Erik ikki gera nakrar beinleiðis viðmerkingar, men tað tykist á ongan hátt ósannlíkt, at føroyski landsliðsvenjarin eisini eitur Henrik Larsen tey bæði komandi árini.
- Henrik hevur sjálvur givið úttrykk fyri, at hann fegin heldur fram. Enn hava vit so ikki tikið nakra greiða støðu í málinum, men vit fara sjálvandi at tosa við verandi venjaran fyrst, staðfestir Jens Erik.
Meira enn tað sama fæst ikki at vita úr FSF í løtuni, men tá tað longu nú er greitt, at tey fyrst fara til Henrik Larsen, so er helst eingin ivi um, at eisini FSF er áhugað í at leingja samstarvið.
Millum viðhaldsfólk og spælarar tykist stóri danin eisini vera væl lýddur, og tó at fýra ár kann vera leingi í fótbóltsheiminum, so er slit-faktorurin hjá landsliðsvenjarum oftani minni, enn hann er hjá feløgunum. Søguliga hava Føroyar eisini hildið fast um landsliðsvenjarar sínar í hampuliga langa tíð í senn, so alt í alt tala flestu atlitini fyri, at talan verður um longt samstarv.