Henrik Larsen er arbeiðsleysur

Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, er nú eisini raktur av gjaldssteðginum hjá Køge. T felagið fyri tveimum vikum síðani fór í gjaldssteðg, sá svart út hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum. Allir leikarar eru settir til sølu, men enn eru teir nakrir eftir í felagnum.
Teir leikarinir venja framvegis við Køge, men uttan løn vil Henrik ikki venja teir. Hann er tískil heimagangandi fyri tíðina. Í samrøðu við danska Tipsblaðið sigur Henrik, at tað er deiligt at hava nakrar frídagar, men hann vil skjótast tilber finna sær nýtt arbeiði.