Henrik Old hevur alla skyldina

– Lyklapersónar mugu skiftast út, um eingin finnur loysnina

 

– Lyklapersónar mugu skiftast út, um eingin finnur loysnina.

 

Tað skrivar Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, á Facebook, um óskilið sum valdar við sigling til útoyggjar, nú Ternan hevur verið so leingi á beding:

 

 

»Eg skilji tey so ótrúliga væl! Tey eru kedd, hørm, óð, og ikki minst vónsvikin av støðuni. Og tá so lítið og einki frættist um batar á leiðunum, so er onki at siga til at vit øll í samgonguni standa fyri skotum. Og tað løgna er at eingin av tinglimunum í samgonguni (ella andstøðuni) hevur verið ímóti, at vit fáa eitt hóskandi avloysaraskip til Strandferðsluna.

 

 

Kortini standa vit enn, meira enn tvey ár eftir at landsstýrismaðurin av sínum eintingum avlýsti nýggju Nólsoyarferjuna, sum ryssa yvir deyðum fyli og einki hendir.

 

Ruðuleiki hjá flestu útoyggjum, eingin veit hvørki út ella inn. Aftur ella fram. Hetta ber snøgt sagt ikki til. Onkur hevur ábyrgdina. Strandfaraskip Landsins. Sjóvinnustýrið. Samferðslumálaráðið ....og sjálvsagt landsstýrismaðurin, Henrik Old.

 

Um eingin innanvert hesar stovnar er førur fyri at samskipa eina nøktandi loysn, so mugu stig takast at skifta lyklapersónarnar út. Eg skal fegin skipa fyri einum felagsfundi fyri allar partar, um eingin annar tekur stig til eina loysn á kreppuni, tí sum sagt tað nyttar lítið at hava nógvar leiðarar, um teir ikki eru egnaðir at finna loysnir sum gagna fólkinum.

 

Tað gongur sjón fyri søgn!«