Henda spurning hevur Henrik Old, løgtingsmaður, sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í Vinnumálum. Henrik Old sigur, at í apríl í 1999 samtykti løgtingið eina broyting í lógini um fólka- og farmaflutning, har sagt verður í grein 2, at »landsstýrið skipar fyri sjóvegis sambandi á hesum leiðum: Vágur-Tórshavn-Tvøroyri-Tórshavn og so framvegis.«
Í seinastu lýstu ferðaætlan broytir Strandferðslan leiðina, sum sigld er úr Tóshavn á Vág og frá Vági til Tórshavn til at verða: Tórshavn-Vág og síðani Vág-Drelnes og so seinni á degnum til Havnar, sigur Henrik Old.
Hann staðfestir, at ferðaætlanin ikki fylgir lógini um fólka- og farmaflutning, og tí verður spurningurin settur landsstýrismanninum.