Samferðsla
Suðuroy: Tað, sum nú fer fram, líkist eini herferð ímóti suðuroyingum.
Tað heldur Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum, ikki, at nakar ivast í.
Tað, hann sipar til, er at bæði landsverkfrøðingurin og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hava í seinastuni verið í sjónvarpinum og talað ímóti ætlanini at tengja arbeiðini at gera tunnil ímillum Øravík og Hov og samferðsluhavn í Trongisvági saman.
Hetta er annars tað, sum bæði samgongutingmaðurin úr Suðuroy mælir og meirilutin í vinnunevndini mæla til, tí tað fer at føra til eina sparing uppá 45 milliónir og ein nógv betri tunnil.
Ein orsøk til at landstýrismaðurin og Landsverkfrøðingurin eru ivasamir, er, at so verður samferðsluhavnin ikki liðug tá ið nýggja suðuroyarskipið kemur.
Eins og Hergeir Nielsen, heldur eisini Henrik Old, at tað ger minni, at samferðsluhavnin verður seinkað einar tveir, tríggjar mánaðir, tí afturfyri fæst ein loysn, sum bæði er nógv betri og nógv bíligari.
Verður samferðsluhavnin ikki akkurát liðug til tíðina, taka vit tað við, ti tað eru aðrir møguleikar at fáa nýggja Smyril at bryggju í Suðuroy hesa tíðina.
Føla seg illa
Men á ein hátt skilir hann, hví teir báðir eru so nógv ímóti at tengja báðar verkætlanirnar saman.
Upprunaliga ætlanin hjá landsverkfrøðinginum var at gera tunnil uppi í fjøllunum, har tað ikki slepst undan einum stórum parti av fjallavegnum.
Men nú hevur NCC boðið sær til at gera ein tunnil niðri í dalinum har tað slepst undan allari vegagerð.
Hetta er ein nógv betri tunnil har tað slepst undan at fara í fjøllini. Men verður arbeiðið upp á tunnilin og ferjuleguna tengd saman, er talan um eina sparing uppá 45 milliónir afturímóti tí, sum Landsverkfrøðingurin og Bjarni Djurholm hava skotið upp.
Tað sigur seg sjálvt, at ber tað til at tengja bæði arbeiðini saman og at gera tey fyri ein prís sum bara nøkunlunda lí kist tí, sum nú er frammi, er tað ein ógvuliga stórur, fakligur ósigur fyri Landsverkfrøðingin og politiskur ósigur fyri Bjarna Djurholm, sum ætlaði at fremja tað í verki.
?So er tað klárt, at teir føla seg illa og gera, hvat teir kunnu fyri at venda eyguni frá hesi ætlanini.
Hann vísir eisini á, at vinnunevndin fekk uppskotið til viðgerðar 21. desember, sum var seinasti dagur fyri jól.
?Tað skerst heldur ikki burtur, at vinnunevndin, og serliga eg sjálvur, sum formaður, føldi eitt ávíst trýst frá landsstýrismanninum og Landsverkfrøðinginum at fáa málið avgreitt sum skjótast.
? Og tað skerst heldur ikki burtur, at tað kom illa við, tá ið eg gjørdi teimum púra geitt, at vinnunevndin ætlaði at kanna málið út í æsir og at hon fór at brúka tað tíð, sum var neyðug, til eina nágreiniliga viðgerð.
? Vit tykist eisini sum um bæði landsstýrismaður og landfsverkfrøðingur halda, at vinnunevndin er ein avgreðsluskrivstova, har tað ber til at koma við stórum málum og fáa tað bláa stemplið, uttan at vit hava kannað tað væl og virðiliga fyrst, so so lætt gongur tað ikki, sigur Henrik Old.
Hann skoytir uppí, at tað ber til at gera ein heilan tunnil til Dals fyri tær 45 milliónirnar, sum verða spardar við at tengja arbeiðini uppá samferðsluhavnina og tunnilin í Suðuroy saman.