Tá ið tað í leygardagsblaðnum varð greitt frá landsliðsúttøkuni í sambandi við heimadystirnar ímóti Sveis og Írlandi, varð staðfest, at Todi Jónsson ikki var úttikin, tí honum restaði dystarvenjing. Hetta var eisini tað, sum Todi segði á heimasíðu síni fríggjadagin á døgurða, men seinni sama dag rættaði hann útsøgnina. Hetta varð gjørt fyri at søgan skuldi venda soleiðis, sum hon átti at gera, sigur Todi, sum leggur tekstin soleiðis út:
- Eg havi sagt við landsliðsvenjaran, at eg eri klárur at koma heim til Føroya at spæla við landsliðnum. Venjarin hevur svarað mær, at hann heldur ikki, at eg eri nóg væl fyri til tað. Venjarin hevur ábyrgdina, og tað taki eg sjálvandi til eftirtektar. Men eg vil fegin undirstrika, at tað er venjarin, sum hevur tikið avgerð um, at eg skal ikki spæla, og at tað ikki eri eg sjálvur, sum hava givið avboð, undirstrikar Todi Jónsson.
Sunnudagin var Todi Jónsson við FCK í Randers. Hann var á vøllinum síðsta korteri, og tað var hann sjálvandi væl nøgdur við. Hvussu tað verður við fótbóltinum í hesi vikuni og næstu dagarnar fram ímóti at landsliðið mikudagin í næstu viku skal savnast at fyrireika seg til dystirnar ímóti Sveis á Svangaskarði annan leygardag og á Tórsvølli mikudagin í aðru viku, dugir Todi ikki at meta um:
-Í dag hava vit frí, og í morgin fara vit aftur at venja. Hósdagin skal FCK í Gøteborg spæla finalu í Royalu kappingini ímóti IFK, og so verður landskappingardystur á skránni aftur sunnudagin. Í gjár vóru Zuma og Peter Møller leikbannaðir. Teir verða báðir tøkir hósdagin, og sunnudagin verður Álvaro Santos leikbannaður, tí hann varð útvístur í gjár. Men tað er upp til venjaran at avgera, hvør mín leiklutur verður. Um eg ikki fái boð til besta liðið, so rokni eg við at spæla á næstbesta liðnum í vikuskiftinum, segði Todi Jónsson úr Keypmannahavn fyrrapartin í gjár, og so leggur hann afturat:
- Eg venji saman við einum tí besta hópinum í Danmark. Eg haldi, at tað hevði einki gjørt, um landsliðsvenjarin hevði givið sær sjálvum og mær møguleikan í venjingum saman við landsliðnum at staðfest, hvussu støðan er. Men tað hevur hann ikki viljað gjørt, og tað er venjarin og ikki eg, sum eigur avgerðina.
Skulu kunna spæla alla tíðina
Hóast Todi Jónsson sunnudagin var á besta FCK liðnum, so heldur Henrik Larsen ikki, at tað er orsøk at taka landsliðsúttøkuna til viðgerar av nýggjum:
- Tá ið tit siga, at vit hava úttikið 20 spælarar, so er hetta ikki heilt rætt. Julian Johnsson er leikbannaður ímóti Sveis, og tað ber við sær, at ein av spælarunum ? umframt triði málverjin ? verður sáldaður frá undan uppgerðini ímóti Írlandi. Todi Jónsson er ikki førur fyri at spæla ein heilan dyst og als ikki at spæla tveir dystir í fýra dagar. Tí havi eg ikki úttikið hann. Hann hevur spælt rættuliga lítið, og hann hevur ikki verið førur fyri at vant við fullari ferð dagarnar eftir, at hann hevur spælt. Eitt nú vandi hann í síðstu viku bara eina ferð við fullari ferð, eftir at hann hevði spælt ein hálvleik við seriuliðnum. Eg haldi ikki, at eg eigi at taka ein spælara út, sum ikki hevur verið førur fyri støðugt í fjúrtan dagar at venja, sigur landsliðsvenjarin avgjørdur.
Í útvarpinum sunnudagin tóktist tað sum um, at venjarin hevði hug at gloppa dyrnar fyri, at álopsveteranurin í FCK skuldi fáa landsliðsboð, men fyrrapartin mánadagin tóktist hann ikki at hava hug til hetta. Tá ið hann verður spurdur, um hann ikki er samdur í, at tað hevði tænt landsliðnum, um teir høvdu havt royndan veteran á beinkinum, sum kundi verið skiftur inn og kanska havt avgerandi leiklut síðstu minuttirnar, svarar hann soleiðis:
- Nei, tað haldi eg ikki. Tað er ongantíð rætt at senda boð eftir spælarum, sum ikki eru førir fyri at spæla allar 90 minuttirnar, og tað haldi eg heldur ikki, at tað er í hesum førinum, staðfestir landsliðsvenjarin.