Magnus Gunnarsson
Ford Motor Company, ið er ein av heimsins størstu ídnaðarfyritøkum, varð stovnað av Henry Ford í 1903. Hann bleiv heimskendur fyri hugskot sítt um at gera bíligar og slitsterkar bilar, eins og hann var tann fyrsti í bilídnaðinum, sum gjørdi bilar á samlibandi.
Henry Ford
Henry F. Ford varð føddur í 1863. Hann var bóndasonur, men hugur hansara stóð meira til mekanik enn jarðarbrúk. Sum ungur arbeiddi hann eina tíð hjá Edison Illuminating Co. í Detroit, har hann bleiv vinmaður við stovnaran av fyritøkuni, heimskenda uppfinnaran Thomas A. Edison (1847-1931). Tá tey motordrivnu akførini komu fram, fekk Henry Ford beinanvegin stóran áhuga fyri teimum, og longu í 1888 gjørdi hann royndir við bensinmotorum á sínum egna lítla verkstaði. Í 1896 gjørdi hann sína fyrstu roynd at gera ein bil við súkkluhjólum og 2 cyl. motori.
Ford T
Ford Motor Company var stovnað 16. juni 1903. Fyrstu bilarnir vóru Ford A, síðan kom Ford B. Í 1905 kom model K við 6 syl. motori. Ársframleiðslan í 1906 var næstan 9000 bilar. Henry Ford og hansara fólk gjørdu í 1907 klárt til Ford T, sum skuldi verða ein »bilur til fólkið« og seljast um allan heimin, Neyðugt var tí, at bilurin skuldi vera slitsterkur, einfalt bygdur og lættur at viðlíkahalda. At bilurin fekk planetgear var ein sjálvfylgja tá, har pedalin til vinstru var ein kobling at skifta millum fyrsta og annað gear, tann í miðjuni var at bakka við og til høgru var bremsan. Framleiðslan byrjaði í desember 1908. Tað, sum gjørdi Ford T so kendan var, at bilurin var framleiddur so leingi og í so stórum nøgdum. Íalt vórðu framleiddir yvir 15 milliónir bilar fram til 1927. Frá 1913 varð framleiðslan av Ford T flutt yvir á samliband. Hetta hevði við sær, at arbeiðið gekk so skjótt, at bilarnir kundu seljast til sera kappingarførar prísir.
Verksmiðjur
handan hav
Handan hav komu bilverksmiðjur í einum landi fyri og øðrum eftir. Tann fyrsta kom í Manchester í 1911. Eisini í Danmark komu verksmiðjur, sum settu Ford bilar saman í 1919. Síðst í 20-árunum fór Ford at gera V-8 motorar til vanligar smærri bilar. Ford Motor Co. vaks til eina risastóra fyritøku. Í 1917 byrjar framleiðslan av lastvognum og Fordson traktorum. Frá 1932 av framleiddu Ford verksmiðjurnar í Onglandi síni egnu Ford modell, og tær týsku Ford verksmiðjurnar í Køln fóru eisini at framleiða sínar egnu Ford bilar.
Samstundis sum Henry Ford var í móti kríggi, var hann ein føðilandsvinur um ein háls. Hann vildi verja land sítt og Ford bleiv ein stór leverandørur av hernaðarútgerð undir fyrra heimsbardaga.
Abbasonurin tekur yvir
Tann 26 mai í 1943 doyr Edsel B. Ford, einasti sonur Henry Ford, 50 ára gamal. Edsel hevði verið stjóri í fyritøkuni síðan 1919 og hevði sera gott skil fyri, hvussu Ford bilarnir skuldu síggja út. Í 1944, tann 23 januar, tekur Henry Ford ll, sonur Edsel, abbasonur Henry Ford, við sum leiðari í Ford Motor Company.
Henry Ford doyr tann 1. apríl 1947, 83 ára gamal. Ein sermerktur persónur, ið læt eina risastóra fyritøku eftir seg og fekk av álvara gongd á bilaframleiðsluna í Amerika og restini av heiminum. Ein triðing av inntøku síni gav hann til vælgerandi endamál.
Einaferð Henry Ford bleiv spurdur um, hvat hann helt vera størsti vansin við at vera ríkur, svaraði hann, at tað var at konan var givin við at matgera sjálv.
Ford hevur ment seg til eina alheims fyritøku. Amerikanska høvuðssætið er í Dearborn við Detroit. Fyritøkan er privat, og ovasta leiðslan hevur alla tíðina verið í Ford familjuni.