Henry gyltur í Arsenal troyggjuni

Arsenal hevur í samband við 125 ára føðingardagin avdúkað tríggjar standmyndir, sum eru reistar uttanfyri Emirates leikvøllin. Felagið hevur valt at gylta Thierry Henry, Tony Adams og Herbert Chapman.

 

Hesir hava allir tríggir havt sína stóru ávirkan á Arsenal. Herbert Chapman sum venjari í 20’inum og 30’inum, Tony Adams sum verjukempa og liðskipari frá 1983 til 2002 og Thierry Henry sum málslúkur og seinni eisini liskipari frá 1999-2007.

 

Tað var ein rørdur Thierry Henry, sum tosaði við Arsenal viðhaldsfólkini eftir avdúkingina.

 

- Eg fekk nógvar ákoyringar fyri ikki at vísa mínar kenslur sum leikari. Her eri eg og tosi um felagið, sum eg elski, segði Thierry Henry meðan tárini trillaður niður eftir kjálkanum.

 

34-ára gamli framherjin er tann leikarin, ið hevur skotið flest mál fyri Arsenal samanlagt nakrantíð. Arsene Wenger keypti landsmannin í 1999 frá Juventus fyri áleið 100 milliónir krónur.

 

- Thierry Henry er ein fyrimynd fyri allar fótbóltsleikarar og hann hevur vunnið alt sum kann vinnast – Thierry, tú var ein serstakur leikari, segði Arsene Wenger.

 

Thierry Henry spælir í dag við New York Red Bull í MLS í USA. Tony Adams gavst fyri kortum sum venjari í bestu deildini í Aserbadjan. Herbert Chapman doyði í 1934.