Havn: Tey sita so hugalig og fáa sær ein kaffimunn í tí lítla køkinum í ovastu hæddini.
Í hæddunum niðriundir er fultsett av fólki sum eru komin á loppumarknað. Har er trongligt av fólki, tí nógv eru um vilja stuðla Reyða Krossi á henda hátt.
Nøkur av sjálvbodnu starvsfólkunum hjá Reyða Krossi hava stríðst í langa tíð frammanundan við at fyrireika alt. Nú treingja tey til ein lítlan kaffisteðg og eitt lítið prát.
Tey eru ikki meiri enn komin í gongd við prátið, tá ein kvinna kemur niðan trappurnar.
Henda kvinnan er eisini komin á loppumarknað og fegnast um stóra úrvalið av klæðum og lutum. Hon er forvitin eftir meiri.
- Kann man eisini keypa okkurt heruppi?!, spyr hon.
Tíverri fyri hana ber tað ikki til. Ein kann bert keypa teir lutirnar, sum eru vístir fram í teimum báðu niðaru hæddunum.
- Hetta er annars eini deilig hølir tit hava, sigur hon, í tí hon fer niður aftur trappurnar.
Starvsfólkini smílast við. Hetta eru eisini deilig hølir, sum liggja mitt í býnum. Men ein slíkan dag sum í dag, nú loppumarknaður er á skránni eru tey í minna lagi.
Úrvalið av vørum og lutum er so stórt. Og tað eru tey vitjandi eisini. Men við lagaligheit fáa øll uttan iva fatur á tí tey vilja, samstundis sum tey eru við til at stuðla tí stóra arbeiðinum sum Reyði Krossur stendur í, heima og úti.
Hentir lutir
Her uppi í køkinum er friður og tíð til eitt lítið prát afturvið einum góðum kaffimunni og einum køkubita.
Men fert tú eina ella tvær hæddir longur niður, so er øðrvísi: Har er ein øgilig rokan og øgiligt prát av fólki henda leygarmorgunin.
Reyði Krossur hevur fyri løtu síðani latið upp enn ein loppumarknað. Og tá tað er gjørt, so vita fólk at her munnu onkrir hentir lutir vera at fáa til keyps.
Tí streymar fólkið inn í avmarkaðu hølini hjá Reyða Krossi í Vágsbotni, tí tað ræður um at vera fyrstur, skalt tú vera vísur í at fáa júst tann lutin, tú ynskir tær.
Hølini eru ikki av teimum stóru, og tí er skjótt at tey fyllast við fólki. Men fólk kemur og ferð alla tíðina, so tað er ein javnur streymur av fólki, ið ynskir at hyggja, keypa og stuðla Reyða Krossi.
Lutirnir tey kunnu keypa eru í túsundatali: Klæðir, smálutir, ting at pynta við, skógvar, bøkur og mangt, mangt annað.
Og sum nevnt stendur ikki á at sleppa av við allar hesar lutirnar henda vakra vetrarmorgunin í farnu viku.