Fyrireiking til oljuleiting
John Thorogood eitur hann, maðurin, sum skal tryggja BP, at alt gongur, sum tað skal, tá borurin umborð á pallinum Jack Bates um góðar tríggjar mánaðir snarar seg niður gjøgnum undirgrundina úti á 1100 metra dýpi í ein landssynning úr Suðuroynni.
Hann er ikki ein og hvør í oljuvinnuni. Telist millum teir mest royndu boristjórarnar hjá BP og við serstakari vitan um nettupp at bora á djúpum vatni við ringum veðri og hørðum streymi.
John Thorogood hevur arbeitt í oljuvinnuni í 27 ár tvs. at hann er næstan eins gamal oljumaður og oljuvinnan hevur verið í Norðsjónum. Leiðslan í BP hevur valt hann til uppgávuna at standa fyri fyrstu boringini á føroyskum øki. Og John heldur seg vera heimsins hepnasta oljuborara. Hann dylur ikki fyri, at hetta er dreymauppgáva honum er liti upp í hendi, tí talan er um at bora fyrstu ferð í einum heilt nýggjum og jomfrúuligum øki, sum hevur heilt sínar egnu reglugerðir og lógir og skipan fyri oljuleiting. Ikki minst hesa avbjóðing dámar honum væl, og tað er fyri at tryggja sær innlit í okkara skipanir og reglur, at hann hevur vitjað í Føroyum hesar seinastu dagarnar.
Byrjaði í India í 73
Sjálvur byrjaði hann sum borimaður á einum dampriknum boripalli á landi í India í 1973. Síðani hevur hann arbeitt mest sum um alla verðina, í Nigeria, Tunis, Marokko, Bolivia, Mexikanska Flógvanum, Alaska, Vietnam, Australia fyri so at enda í Norðsjónum og nú loksins á føroyska landgrunninum.
John Thorogood, sum hevur útbúgving sum maskinverkfrøðingur umframt aðra víðari útbúgving, hevur í stóran mun tikist við at finna tøkniligar loysnir í sambandi við oljuleiting. Hann hevur verið við til at designa boripallar og til at menna ta útgerð, sum skuldi forða fyri "blowoutum", tá rakt varð við gasslummar. Frá fyrstan tíð var hann hjá Britoil, sum seinni varð yvirtikið av BP. Í 1974 fekk hann fleiri uppgávur í Norðsjónum bæði við at designa boripallar og gera tøkniligar kanningar og analysur.
At hann nú skal til arbeiða á Atlantsmótinum hevur so eisini nakað við hansara fortíð í hesum forvatninum at gera. Tá byrjað varð at borað á djúpum vatni vestan fyri Hetland í 80-unum var John eisini millum teirra, ið stóð fyri boringini. Har var hann við til at fáa bilbugt við at arbeiða í einum øki við ringum veðri, hørðum streymi osfr.
Frá 1996 hevði hann so til uppgávu at standa fyri fyrstu boringunum úti á Vøringslættanum, ið er sera djúpt vatn og ein partur av tí sama jarðfrøðiliga øki vit hava um okkara leiðir. John sigur, at hann her eisini lærdi sera nógv um norsku loyviskipanina og treytirnar í hesum sambandi.
Verið glaðir fyri Buvik
Og nú hann er komin til Føroya umleið fimm ár seinni er hann sera fegin um at síggja, at ein norðmaður, Alex Buvik stendur á odda fyri teimum skipanum, sum skulu galda fyri trygd, heilsu og umhvørvi í sambandi við fyrstu boringina. -Tit eru sera heppin at hava ein slíkan mann sum Alex Buvik til at taka sær av hesum so týðandi partinum av oljuleitingini, tí hann hevur dugað at tikið tað besta frá 20 ára royndum í norskari oljuvinnuni og solda tað frá, sum ikki egnar seg til føroysk viðurskifti. Og John Thorogood heldur fram:
-Eg kann bert siga, at eg eri so ótrúliga fegin um at hava fingið hesa uppgávuna í Føroyum, tí hon er eitt so einastandani høvi at vera við í einum heilt nýggjum øki, sum vil gera sínar roynir við hesi vinnu sigur John Thorogood, sum ikki fjalir yvir, hvussu væl honum dámar oyggjarnar og fólkið her býr. Sjálvur er hansara besta frítíðarítrív at ganga í fjøllunum, og tað vónar hann tíð verður til, hóast hann veit, at komandi boring fer at krevja sín mann.
Tá vit spyrja hann, hvussu tað verður at arbeiða í føroysku undirgrundini sammett við aðrastaðni sigur hann, at harðbalna veðurlagið sjálvandi hevur sína ávirkan, men hann heldur ikki, at tað verður eins trupult at bora her sum tað mangan er í t.d. Meksikanska flógvanum. Hann vísir so eisini á, at alt er so væl kannað her um leiðir, og eru tað bert 20 kilometrar til næsta brunnin í bretskum øki.
Føroyingur við í boriliðnum
Teir verða umleið 16 mans í arbeiðsbólkinum, sum skal taka sær av boringini her. Men haraftrat koma so eisini fleiri onnur fólk, sum eru knýtt at boritiltakinum. Ein stórur partur av arbeiðinum verður gjørt úr Aberdeen, men tá nærkast boringini fara tey 16 fólkini í teaminum at arbeiða út frá Havnini. Sjálvur sigur John, at tað hevur stóran týdning, at tey, sum hava ábyrgdina av borioperatiónini eru í Føroyum, tá tað verður farið í gongd av álvara. Sjálvur fer hann at hava sæti á skrivstovuni hjá BP nærhendis Skansan. -Tað er umráðandi, at vit eru fysiskt í Føroyum, tí hendir nakað galið, so má møguleiki verða fyri at handtaka okkum her sigur hann eitt sindur skemtandi tó í ramasta álvara.
BP hevur so eisini føroysk borifólk við í arbeiðsbólkinum. Tað er Høgni Hansen frá Hansen Drilling. Hann er útleigaður til ymsar uppgávur. John Thorogood staðfestir heldur smílandi, at í dag eru 5 føroyinskir boriverkfrøðingar og út frá fólkatalinum hava føroyingar lutfalsliga fleiri boriverkfrøðingar enn t.d. bretar hava tað.
John Thorogood heldur sjálvur góðar møguleikar verða at finna olja her. Hann vísir serliga til tað, sum jarðfrøðingarnir síggja og siga. Men hann dylur heldur ikki fyri, at man kann eisini vera óheppin og einki finna. Hetta eru tað mong dømi um aðrastaðni, eisini har alt hevur bent á, at olja var til steðar. Men kortini velur John at vera bjartskygdur. Hann kennir seg eisini tryggan við at skula brúka pallin Jack Bates til uppgávuna, tí hann er so royndur í hesum økinum. Nú verða so fyrreikingar gjørdar til at fara undir boringina í sokallaða Svínoyarprospektinum.