Hondbóltur
Útsetti dysturin millum Neistan og StÍF gjørdist ein av teimum heilt spennandi. Orsøkin til, at dysturin varð útsettur, var, at fótbóltsliðið á Skála hevur staðið seg fram úr væl í aðru deild, og tískil spældu um pláss í fyrstu deild, samstundis sum hondbóltsdysturin upprunaliga var ásettur.
Góðir málverjar
Ofta hevur tað annars verið soleiðis, at hondbólturin hevur órógvað fótbóltin á vestara arminum á Skálafjørðinum, men í ár tykist støðan vera øvugt, og fyrstu løtuna av dystinum tóktust teir hjá StÍF als ikki vera greiðir um, at nú var hondbóltskappingin altso farin ígongd.
Serstakliga var tað í verjupartinum, at Neistin hevði munin hesa løtuna, men hóast hesa yvirvág, so eydnaðist tað teimum ikki veruliga at rykkja frá mótstøðuni. Álopsspælið gekk annars hampuliga væl, men tað varð skjótt greitt, at strandingar í Marian Cirlegauescu hava fingið fatur í einum málverja av teimum heilt góðu. Ikki tí. Nýggi neistamálverjin, Zeljko Jotic, stóð seg eisini sera væl, men í mun til rumenan fekk jugoslavin í nógv størri mun hjálp frá verju síni.
Tað stóð tó greitt, at í longdini kundi málverjin ikki einsamallur bjarga strandingunum, og spakuliga tók Neistin at draga frá, men eftir at munurin um miðjan hálvleikin var komin upp á fýra mál, kom líka sum stígur í hjá heimaliðnum.
Serstakliga í verjuni høvdu teir nú ilt við at halda strandingum, tá teir royndu at pressa verjuna, og tá farið varð til hálvleiks, tóktist dysturin aftur at vera fullkomuliga opin.
Mistu í yvirtali
Byrjanin av seinna hálvleiki var at kalla átøk henni í fyrra. Neistin fekk aftur fatur á langa endanum, og eftir at teir høvdu vunnið sær eina tvey-mála leiðslu tóktist dysturin at taka eina avgerandi vend.
Marius Joensen hjá strandingum fekk heldur býttisliga tvær ferðir tveir fingrar frá dómaraparinum, og strandingar skuldu nú í fýra minuttir spæla í undirtali. Hesum fekk heimaliðið tó als ikki gjørt sær dælt av. Ístaðin vunnu gestirnir seg upp á javnt, og nú kom veruligur fjáltur á heimaliðið. Í høvdinum sat helst, at teir áttu at tikið eitt stórt fet móti sigrinum hesa løtuna, og at hetta kiksaði setti helst eisini merki í sjálvsálit teirra.
At strandingar so samstundis skiftu til eina meira framrættaða verju, samstundissum Pól Jákup Poulsen við góðum hepni avloysti rumenska málverjan eina løtu, hóvaði so als ikki teimum bláu.
Gestirnir høvdu vunnið seg tvey mál framum, tá Dia Midjord á neistabeinkinum bað um eitt harðliga tiltrongt time-out, og so byrjaði spakuliga at ganga rætta vegin, men samstundis byrjaði spenningurin eisini av álvara at koma inn í dystin.
Endaspurturin
Spenningurin hevði kanska alla tíðina verið til staðar í dystinum, men seinastu átta minuttirnar gjørdist hann heilt stórur.
Neistin vann seg upp á javnt, og síðani fylgdust liðini upp á 24-24. Við góðum tveimum minuttum eftir, skoraði Neistin til 25-24, og hetta skuldi so vísa seg at verða seinasta málið í dystinum, men dramatikkurin var langt ífrá liðugur. Fyrst megnaði StÍF at tveita ein óneyðugan bólt burtur, tá teir vóru dekan ov fiksir í álopsspælinum. Síðani megnaði Neistin at gera álopsfeil, so gestirnir aftur fingu ein møguleika. Í hesum varð Zeljko Jotic hjá Neistanum rikin av vøllinum, tá hann heldur ósmæðin royndi at dríggja tíðina eftir StÍF hevði vunnið sær tríggjar metrar, men hóast í yvirtali, so misnýttu strandingar álopsmøguleikan, og so var endiliga sloppið hjá Neistanum.
Liðini
Fyri áskoðararnar var dysturin mikukvøldið í øllum førum ein góð byrjan til eitt vónandi spennandi kappignarár, og hóast tað sjálvsagt var misjavnt, hvussu lagið var í báðum legunum eftir dystin, so vóru fleiri ábendingar um, at talan her var um tvey lið, sum kunnu gerast spennandi at fylgja í ár.
Neistamenn hava styrkt sær nógv um hópin til kappingarárið, og hvør sær er einki at ivast í, at talan er um heilt góðar einstaklingar á liðnum. Tað fer tó at taka sína tíð, áðrenn hesir eru samansjóvaðir til eina eind, men so leingi sigra verða togaðir heim, leggja áskoðararnir helst einki í hetta.
Tað tykist eisini, sum um ein roynd eisini verður gjørd at fáa ungu leikararnar, sum eru uppvaksnir í felagnum við inn á liðið, og skal nakar av hesum takast fram, so eigur nýggi liðskiparin, Ári Rouch, helst at verða nevndur. Ikki minst tað, at hann í tveimum avgerandi løtum tók ábyrgd á seg, og við tveimum sera frekum málum helt liðnum inni í dystinum gevur pluss í karakterbókina.
Enn líður liðið tó eitt sindur undir, at breiddin í álopsspælinum er ov lítil, men hetta fer væntandi at batna, tá Áki Mørk veruliga fer undir hondbóltin aftur, og so skal ikki gloymast, at Neistin eisini hevur fingið tilgongd av dananum, Lars Meier, sum helst kann gerast ein góður fongur, tá hann er komin í røttu venjingina.
Strandingar hava ikki havt tað stóru útskiftingina í mun til í fjør. Størsta broytingin er á málverjaplássinum, og hóast Johan Danielsen helst er besti føroyski málverjin, so nýtist tað ikki at verða ein veikleiki fyri liðið, at rumenskur málverji er komin.
At liðið eisini er ført fyri at spæla kanska vakrasta hondbóltin í landinum, ger tað sjálvandi eisini spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer at fara framyvir, men størsti spurningurin tykist vera, hvussu fer at verða við strikuplássinum. Her hava strandingar áður verið sera væl mannaðir, men nú er so upp til Bent Djurhuus og Jón Rasmussen at tippa holini eftir undanmonnum sínum. Mikukvøldið sýndi teir í løtum, at teir kunnu verða førir fyri hesum, og megna teir at økja um longdina av hesum løtum, er væl hugsandi, at talan aftur í ár verður um heiðursmerki til hvíta liðið.
Dysturin í tølum:
Neistin-StÍF 25-24 (13-12)
Málskjúttar:
Neistin: Jacob Jónsson 7, Heini Joensen 7, Hans Áki Dal-Christiansen 6(4), Ári Rouch 3, Kári Mortensen 2
StÍF: Costin Dumitrescu 7(1), Sveinur Justinussen 4, Jón Rasmussen 3, Andre F. Danielsen 3, Alexandur Johansen 2, Artur Johansen 2, Marius Joensen 2, Bent Djurhuus 1
Brotskøst: Neistin 6, StÍF 2
Útvísingar: Neistin 4, StÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum og Hannis Wardum. Hondbóltinum tørvar dómarar í løtuni, og tí er tað hugaligt, at teir báðir brøðurnir nú aftur hava funnið floytuna fram. Sum heild komu teir eisini væl frá dystinum, og tað var sjónligt, at teir eisini hava givið sær stundir til at lesa upp á nýggju reglurnar.