Hepnið fylgdi Milan

AC Milan megnaði við neyð og deyð at vinna sær sæti í finaluni eftir tveir sera tættar hálvfinaludystir ímóti PSV Eindhoven. Samanlagt endaðu dystirnir 3-3, men við einum máli á útivølli er tað Milan, ið fer víðari

Champions League

PSV Eindhoven mátti bíta í grasið eftir hálvfinaluna móti Milan mikukvøldið. Eftir at hava vunnið munin frá fyrra dystinum innaftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, sá tað bjart út hjá hollendska liðnum, men í seinasta minutti fekk Milan avgerandi málið, sum sendir teir í finaluna.
Eitt stórt vónbrot hjá PSV, sum hevði verið betra liðið gjøgnum allan dystin. Men liðið misti høvdið í seinastu løtu, tá Ambrosini púra ótarnaður slapp at skora til 2-1. Hetta var mønustingurin hjá PSV.
Nú er sostatt greitt, at tað verða AC Milan og Liverpool FC, ið skulu møtast í Champions League finaluni tann 25. mai á Atatürk Stadion í Istanbul.

Longu eftir átta minuttum fekk PSV fyrsta málið. Tann ótroyttiligi suðurkoreanarin Ji-Sung Park spældi til áleyparan Vennegor of Hesselink, sum royndi at sneiða Stam av. Ístaðin datt bólturin aftur fyri føturnar á Park, og hann bankaði bóltin uppí nettakið aftanfyri Dida.
So var støðið lagt. PSV ætlaði sær ikki at gevast uttan ein bardaga. Hetta kom dátt við hjá Milan, sum var trýst aftur á egna hálvu stórar partar av dystinum.
Tað eydnaðist eisini PSV at økja um leiðsluna, tá Cocu stútaði innlegg frá Lee í kassan, og so stóð alt á jøvnum.

Ambrosini bjargingarmaður
Milan setti tað seinasta álopið í verk, tá tíðin júst var farin um teir níti minuttirnar. Kaka fór ígjøgnum í vinstru og fekk lagt innfyri til ein púra óvardan Ambrosini, sum skallaði bóltin í kassan. Tað var rættiliga ótrúligt at síggja, hvussu út av lagi vánaligt verjuspælið hjá PSV var í hesum førinum. Kaka slapp ótarnaður at leggja innfyri, og inni í brotsteiginum stóðu tveir Milan leikarar óvardir og bíðaðu eftir bóltinum. Løgið, at PSV gloymdi at verja móti endanum.
PSV svaraði tó aftur, hóast tað nú var ov seint. Vennegor of Hesselink forlongdi ein bólt til Cocu, sum við einum vøkrum fluktara skoraði til 3-1.
PSV skuldi tó hava enn eitt mál fyri at koma víðari. Heimaliðið hevði tíð til eitt álop afturat, men einki spurdist burturúr, og so er tað Milan, sum skal møta Liverpool í finaluni.

Champions League, 2. hálvfinala:
PSV Eindhoven - AC Milan 3-1 (1-0)
1-0: Ji-Sung Park, 8.
2-0: Phillip Cocu, 65.
2-1: Massimo Ambrosini, 90.
3-1: Phillip Cocu, 90.