Ongland er víðari til fjórðingsfinalurnar sum vinnari av bólki D, men teir vóru hepnir at Ukraina ikki fekk viðurkent mál, tá bólturin helst var innanfyri. Svøríki vann heldur óvæntað 2-0 á Fraklandi, men tað er ikki nokk til at koma víðari.
Andriy Shevchenko gjørdist ikki klárur fyri Ukraina, meðan Roy Hodgson hevði valt Wayne Rooney og Danny Webeck sum framherjar. James Milner byrjaði inni aftur.
Í fyrra hálvleiki mundi Ukraina vera omaná bæði hvat málmøguleikum og spæli viðvíkur. Wayne Rooney tóktist illa upplagdur. Hevði Andriy Shevchenko verið klárur, so hevði heimaliðið helst havt skorað.
Í seinna hálvleiki heldt gongdin fram, men mitt í tí heila eydnaðist Ongland at skora. Steven Gerrard legði lágt innfyri úr høgru og við handari stong stóð Wayne Rooney púra leysur og stútaði bóltin í málið. Tveir verjuleikarar rørdu við bóltin og tað snýtti málverjan, sum annars hevði tikið innleggið.
Hetta er fyrsta málið hjá Wayne Rooney í einum endaspælið síðani 2004. 673 minuttir síðani hann skoraði seinast. (Opta)
Síðani kom mest umtalaða støðan í dystinum, tá John Terry bjargaði á málstrikuni eftir skjótálop. Spurningurin er um bólturin var ikki. Fleiri ítróttarskrivarar eru ikki í iva um at hann var innanfyri, meðan sjónbandamyndirnar ikki geva eitt heilt greitt svar fyribils hvørtfall.
Umframt tann møguleikan, so hevði Ukraina tveir risa møguleikar at javna, men fyrst stútaðu teir omanfyri og løtu seinni stórbjargaði Joe Hart.
Í dystinum millum Svøríki og Frakland skoraði Zlatan Ibrahimovic eitt dreyma mál, tá hann flúktaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru. Stutt fyri tíð økti Sebsatian Larsson
Bólkur D:
Endaliga støðan:
1 Ongland 3 (5-3) 7
2 Frakland 3 (3-3) 4
3 Ukrania 3 (2-4) 3
4 Svøríki 3 (5-5) 3
Ongland Ukraina 1-0 (0-0)
1-0 Wayne Rooney, 48
Ongland: 4-4-2
Hart - Johnson, Terry, Lescott, Cole - Milner (Walcott 70.min), Gerrard, Parker, Young - Rooney (Oxlade-Chamberlain 87.min), Welbeck (Carroll 82.min).
Á bonkinum: Green, Kelly, Henderson,, Baines, Jones, Jagielka, Downing,, Defoe, Butland.
Ukraina: 4-4-2
Pyatov - Gusev, Khacheridi, Selin, Rakitskiy - Yarmolenko, Tymoschuk, Konoplianka, Garmash (Nazarenko 78.min) - Devic (Shevchenko 70.min), Milevskiy (Butko 77.min).
Á bonkinum: Koval, Kucher, Aliev, Voronin, Shevchuk, Rotan, Seleznyov, Mykhalyk,,, Goryainov.
Dómari: Viktor Kassai (Ungarn)
Svøríki Frakland 2-0 (0-0)
1-0 Zlatan Ibrahimovic, 54
2-0 Sebastian Larsson, 90+1
Svøríki:4-2-3-1
Isaksson - Granqvist, Mellberg, Jonas Olsson, Martin Olsson - Svensson (Holmen 79.min), Kallstrom - Larsson, Bajrami (Wilhelmsson 45.min), Toivonen (Wernbloom 78.min) - Ibrahimovic
Á bonkinum: Wiland, Lustig, Elm, Elmander, Hysen, Antonsson, Safari, Rosenberg, Hansson.
Frakland: 4-2-3-1
Lloris - Debuchy, Rami, Mexes, Clichy - Diarra, M'Vila (Giroud 83.min), - Nasri (Menez 77.min), Ben Arfa (Malouda 59.min), Ribery - Benzema.
Á bonkinum: Mandanda, Evra, Cabaye, Valbuena, Matuidi, Reveillere, Martin, Koscielny, Carrasso.
Dómari: Pedro Proenca (Portugal)