Heppið reytt kort

Regin Petersen hjá KÍF var sjálvandi vónbrotin av, at hann og KÍF taptu móti Neistanum. Eisini hóast KÍF tvey skifti í dystinum misti alt ov nógv.
- Fyrst og fremst var tað heppið fyri teir, at Ári varð útvístur. Akkurát ta løtuna eiga vit at taka teir, men Dejan bjargar hasar tríggjar bóltarnar, sum vit eiga at senda í kassan.
- Eftir tað fara vit nakað niður við høvdinum, og so var ikki hugsingur hjá okkum um at fanga teir aftur, staðfesti Regin Petersen.