Óheppið við opnum stríði

Formaðurin í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins lýsir støðuna, sum komin er í, nú Helena Dam á Neystabø hevur tikið seg aftur sum formansvalevni floksins, sum opið stríð. Og tað er sera óheppið


 

Floksstríð


Tað er opið innanhýsis stríð millum báðar løgtingslimir Sjálvstýrisfloksins, sambært formanninum í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins, Edvardi Hermansen. Og tað er sera óheppið og fer ikki at gagna flokkinum, sigur hann.

Edvard Hermansen dylur ikki fyri, hvørjum parti hann er í. Hann er í partinum hjá skjótt fyrrverandi formanninum, Helenu Dam á Neystabø, sigur hann.

?Eg skilji væl støðuna, hon hevur tikið, sigur Edvard Hermansen. Men tað fer ikki at gagna flokkinum, at opið stríð millum tveir framstandandi persónar kemur so týðuliga til sjóndar, sum tað ger her.

Helena Dam á Neystabø hevur ikki fingið tann stuðul, hon hevur uppiborið og havt fyri neyðini, sigur Edvard Hermansen, sum ikki heldur Sámal Petur í Grund hava staðið nóg manniliga, síðan hann gjørdist landsstýrismaður.

?Hann hevur alt og ofta bara skákað sær undan við teirri undanførslu, at hetta ella hatta var hent, áðrenn hann tók við sum landsstýrismaður, og sostat lagt ábyrgdina yvir á Helenu Dam á Neystabø, sum sat undan honum. Harvið hevur hann - heldur enn at stuðlað henni - lagt upp aftur meira politiskt trýst á hana, sigur Edvard Hermansen, formaður í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins.

Tað er greitt, at hetta málið fer at verða tikið upp á landsfundinum hjá flokkinum í Klaksvík. Formaðurin í Landsfelagnum væntar, at aðalfundurin kanksa fer at verða styttur nakað, meðan sjálvur landsfundurin fer at gerast heldur longri, tí hetta málið kemur til viðgerðar.

Men um hvat flokkurin kann gera við hetta málið á landsfundinum í Klaksvík í dag, sigur Edvard Hermansen, at her er ikki so nógv at taka støðu til. Helena hevur tikið sína avgerð, og hon verður neyvan broytt, væntar hann, hóast hann persónliga kundið hugsað sær hana broytta.

Edvard Hermansen tykist ivast eitt sindur í, um Sámal Petur í Grund nú man hava so øgiligan stuðul aftan fyri seg, tá saman um kemur.

Og landsformaðurin er rættiliga bangin fyri, at hóast Helena Dam á Neystabø tók seg aftur við júst teirri grundgeving, at hon ikki vildi skaða flokkin við einum stríðsvali, fer hetta, sum nú er hent, at skaða flokkin álvarlsiga.