Óheppin handfaring av málinum um landsverkfrøðingin

? Best hevði verið, um Vinnumálastýrið ella landsstýrismaðurin í vinnumálum beinanvegin høvdu tikið stig til ein kunnandi fund við starvsfólkini, so at tey fingu greiðar upplýsingar um málið sum skjótast. ? Men tað kann staðfestast, at niðurleggingin av starvinum sum landsverkfrøðingur fór fram eftir galdandi reglum, stendur m.a. í frágreiðingini frá Løgmansskrivastovuni um landsverkfrøðingin

Herfyri kom so frágreiðingin frá Løgmansskrivstovuni um viðgerðina av málinum, tá starvið sum landsverkfrøðingur varð niðurlagt. Metingin er gjørd við atliti til reglubundin viðurskifti, og hvussu málið er avgreitt starvsfólkapolitiskt, verður sagt í frágreiðingini.

Og í sambandi við frágreiðingina hevur Løgmansskrivstovan havt samrøðu við Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, fingið skrivliga frágreiðing frá Vinnumálastýrinum dagfest 02.02.1999, og havt samrøður við embætisfólkini Arna Poulsen, aðalstjóra og Hákun Niclassen, deildarleiðara í Vinnumálastýrinum.


Eftir reglunum

Viðvíkjandi metingini av málinum, sigur frágreiðingin, at Henning Jacobsen tann 28. desember 1998 fekk skriv frá Vinnumálastýrinum, har boðað varð frá, at starvið sum landsverkfrøðingur ikki var til longur. Hetta bræv varð sent Henningi Jacobsen til hoyringar, og hevur henda mannagongd verið sambært galdandi lóg, verður staðfest í frágreiðingini.

? Fakfeløgini vístu á, at viðgerðin av hesum málinum, ið tey m.a. mettu at vera eitt mál um bygnaðarbroytingar, var brot á § 2 í sáttmálanum millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Vinnumálastýrið vendi sær tí til lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum fyri at fáa greiði á, um sáttmálin var brotin. Í skrivi 7. januar 1999 svarar Fíggjarmálastýrið, at tað metti ikki, at Vinnumálstýrið hevði brotið sáttmálan.

? Løgmansskrivstovan heldur seg til metingina hjá Fíggjarmálastýrinum um, at sáttmálin millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið varð ikki brotin, tá starvið sum landsverkfrøðingur varð niðurlagt.

? Sostatt kann staðfestast, at niðurleggingin av starvinum sum landsverkfrøðingur fór fram eftir galdandi reglum, verður staðfest í frágreiðingini.


Starvsfólkapolitisk viðurskifti

Longu í mai 1998 førdi Henning Jacobsen fram mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum, at upprunaliga innihaldið í starvið hansara var burtur. Hetta var áðrenn tosið um møguligar bygnaðarbroytingar á Landsverkfrøðingsstovninum var byrjað. Áðrenn starvið sum landsverk- frøðingur varð niðurlagt, varð Henning Jacobsen kunnaður um, at broytingar møguliga fóru at verða framdar á stovninum, og at tað kanska kundi hugsast, at Landsverkfrøðingsstovnurin og Strandfaraskip landsins vórðu løgd saman í ein stovn.

? Hóast uppsøgnin ella niðurleggingin av starvinum sostatt ikki kann sigast at vera heilt óvæntað fyri Henning Jacobsen, so er ein slík avgerð ongantíð tespilig. Miðað eigur tí altíð at vera ímóti, at framferðin verður so virðilig sum til ber.

? Henning Jacobsen fekk hin 18. desember 1998 at vita, at starv hansara fór at verða niðurlagt. Hetta má sigast at vera eitt óheppi tíðspunkt, tí talan var um fáar dagar undan jólum, og at 18. desember eisini var ein fríggjadagur, tvs. beint undan einum vikuskifti.

? Hin 21. december 1998 boðaði Henning Jacobsen starvsfólkunum á Landsverkfrøðings- stovninum frá ætlanum landsstýrismansins, og longu undan jólum var málið viðgjørt í fjølmiðlunum. Men ikki fyrr enn 28. desember, fóru starvsfólk úr Vinnumálastýrinum, nýggi stjórin, Reidar Nónfjall, saman við landsstýrismanninum á fund við starvsfólkini á stovninum til tess at kunna tey um støðuna og at boða frá, at nýggjur stjóri var settur, og at Henning Jacobsen var farin úr starvi.

? Best hevði verið, um Vinnumálastýrið ella landsstýrismaðurin í vinnumálum beinanvegin høvdu tikið stig til ein kunnandi fund við starvsfólkini, so at tey fingu greiðar upplýsingar um málið sum skjótast. Tað skerst ikki burtur, at nógv varð tosað um hetta mál, ikki bara um sjálva niðurleggingina av starvinum sum landsverkfrøðingur, men eisini um møguligar bygnaðarbroytingar og rationaliseringar. Og hetta hevur ivaleyst gjørt tey mongu starvsfólkini ótrygg. Harafturat er tað altíð óheppi, um orðini hjá tí stjóra, sum ófrívilliga skal fara úr starvi, standa so at siga einsamøll í ov langa tíð (í hesum føri frá 21. til 28. desember).

? Annars hevur tað týdning, at ein uppsøgn ella niðurlegging av einum starvi hevur eina greiða grundgeving. Hóast niðurleggingin av starvinum sum landsverkfrøðingur formliga hevði eina greiða grundgeving, nevniliga at møguleikin at samskipa Landsverkfrøðingsstovnin og Strandfaraskip Landsins skuldi kannast við seinni bygnaðarbroytingum fyri eyga, so vísir fyrisitingarliga gongdin í málinum, at orsøkin heldur hevur verið samstarvstrupuleikar millum Landsverkfrøðingin og Vinnumálastýrið. Hetta er eisini ein starvsfólkapolitiskur veikleiki í málinum, stendur í frágreiðingini frá Løgmansskrivstovuni.


Uppsagnarpolitikkur orðast

Og í niðurstøðuni, sigur Løgmansskrivastovan, at samanumtikið kann staðfestast, at løgfrøðiliga er málið farið fram á rættan hátt, meðan mangt bendir á, at málið starvsfólkapolitiskt er handfarið óheppi. Viðmerkjast skal, at almenna fyrisitingin enn ikki hevur orðaðan starvsfólkapolitikk fyri uppsagnir.

? Tó er uppskot til uppsagnarpolitikk júst latin stovnum og feløgum til hoyringar. Endamálið við einum slíkum politikki er m.a. at tryggja, at uppsagnir av starvsfólkum verða framdar á ein virðiligan hátt, verður sagt í frágreiðingini.