John Johannessen
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
framsøgumaður í mentanarmálum
www.jokarin.com
???????????????
Ein ótrúlig uppliving. Dugi í skrivandi stund ikki at finna onnur orð fyri vitjanini á G-festivalinum um vikuskiftið. Ein fjølbroyttur og væl skipaður festivalur fyri allar aldursbólkar, har tú fekst høvi at njóta vakra tónleikin hjá umleið 30 tónleikabólkum. Bæði góðum lokalum tónleikarum, sum Anniku Hoydal, I Am, Gestum, Eivør Pálsdóttir og fleiri. Og síðani heimskendum tónleikarum, sum Kashmir, Russ Taff og Lisu Ekdahl.
"Vit eru so lítil. Vit kunnu ikki í Føroyum." Tað er vanliga svarið, ið virkin og víðskygd fólk fáa her heima, tá tey seta sær nakað stórt fyri. Fáa aðrastaðni hevur Jantelógin so nógv at siga, sum í Føroyum. Men tíbetur løgdu G-fólkini líka í hesa for-dómsfullu lóg. Hóast and-róður á vegnum, so hildu tey kortini á og prógvaðu, at tað ber til. Úrslitið gjørdist eitt tað innihaldsríkasta og best skipaða uttandura mentanartiltak, ið hildið er í Føroyum seinastu árini.
Veit ikki, um nakar hevur ilskast um, at tað kostaði knappar 400 krónur at vitja á festivalinum í ein dag. Men haldi ikki, at hetta er nakað at ilskast um. Tí fáa aðrastaðni ber til at vera til ein so stóra konsert við so nógvum kendum nøvnum fyri so lítlan pening. Tað vita øll, sum onkuntíð hava verið til líknandi tiltøk í ørðrum londum.
Nú vit tosa um onnur lond, haldi eg, at tað eisini er vert at viðmerkja, at G-festivalurin ikki á nakran hátt stóð aftan fyri líknandi tiltøk í grannalondum okkara.
G-fólkini hava brotið upp úr nýggjum innan føroyskt mentanarlív. Tey hava skapt føroyska festival mentan. G-festivalurin eigur at vera komin fyri at verða. Og vónandi fara allar góðar kreftir - eisini almennar - at stuðla gróthørðu kreftunum í Gøtu framhaldandi at kynda undir henda nýggja táttin innan føroyskt mentanarlív.
Túsund takk fyri eina framúrskarandi og hjartanemandi uppliving.