Demokratiska Lýðveldið Kongo hevur verið herjað av kríggi og øðrum kreppum í skjótt tíggju ár, og tær neyvastu metingarnar siga, at hesi árini hava umleið 5,4 milliónir fólk latið lív av krígsávum, hungri ella sjúkum.
Altjóða Bjargingarnevndin IRC hevur kannað viðurskiftini í miðafrikanska landinum saman við avstralska stovninum Burnet Institute. Niðurstøða teirra er, at kríggið í Demokratiska Lýðveldinum Kongo frá 1998 til 2003 og avleiðingarnar av tí hava kostað fleiri mannalív enn nøkur onnur kreppa síðani seinna heimsbardaga.
-Hugsið tykkum. Hetta svarar til, at alt fólkið í Danmark hvarv eftir fimm tíggju árum, sigur neyðhjálparleiðarin George Rupp við danska útvarpið.
Í seinastuni hava umboð fyri stjórnina í DLK og uppreistrarfelagsskapir tingast um ein varandi friðarsáttmála, sum skal fáa enda á ófriðinum, sum hevur hildið fram, hóast kríggið formliga endaði í 2003. Partarnir eru nú vorðnir samdir, og ætlandi skuldu teir skriva undir friðarsáttmálan í gjár.
Eitt er at fáa enda á krígnum, men líðingarnar eru nógvar, sigur George Rupp og vísir á, at sjúkur sum malaria, lungnabruni, leyst lív og skeivur matur krevja fleiri mannalív enn vápnini.