Her er avloysarin hjá Heina í Team Kalskvík

Tað verður Borche Markovski, sum skal venja besta mansliðið hjá Team Klaksvík

Tað verður Borche Markovski, sum skal venja besta mansliðið hjá Team Klaksvík. Tað boðar formaðurin í felagnum, Óli á Gravarbø, frá í kvøld. Hann fekk fyrr í vikuni boð frá Heina Hanusarssyni, um at hann legði frá sær sum venjari. Nú hevur Team Klaksvík verið á Argjum og leitað sær roynda venjaran, Borche Markovski, ið hevur væl av royndum sum hondbóltsvenjari.

 

- Talan er um 52 ára gamla Borche Markovski, ið er úr Norður Makedonia. Talan er um fakliga sterkan venjara, sum er Master Coach Licence frá EHF og hevur útbúgving innan Physical Sport and Health. Hann hevur síðstu árini verið venjari hjá StÍF og nú síðstu tíðina sum høvuðsungdómsvenjari í ÍA, skrivar Norðlýsið.

 

Team Klaksvík ynskir at takka ÍA fyri, at møguligt hevur verið at fingið hesa avtaluna í lag, verður lagt afturat. Team Klaksvík liggur aftast í deildini við tveimum stigum fyri fýra dystir.

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF61731581511
 KÍF5141128138
 H71616115746
 STÍF412111563
 NEISTIN4104125-212
 KYNDIL5112123-112
 TEAM KLAKSVÍK4109115-62