Føroyska U21-landsliðið er farið undir nýggju EM-undankappingina, og í einasta dystinum, sum higartil er spældur, taptu Føroyar 3-0 á útivølli ímóti Litava. Hesin dysturin varð spældur 8. juni.
Nú bíða tvær nýggjar avbjóðingar. Tann fyrra er á heimavølli ímóti Danmark hósdagin 31. august, og fimm dagar seinni, týsdagin 5. september, skal U21-landslið okkara spæla á útivølli ímóti Finnlandi.
Les eisini: Hesir skulu stríðast ímóti Danmark
Danska U21-landsliðið er úttikið, og við í hópinum er ein Premier League-spælari, nevniliga miðvallarin Philip Billing, sum spælir við Huddersfield. Hann spældi allan dystin í 3-0-sigrinum ímóti Crystal Palace.
Hetta er fyrsti dysturin hjá Danmark í hesari EM-undankappingini. Liðið er fyri ein stóran part mannað við leikarum úr Superliguni, men eisini eru nakrir útisetar í hópinum, sum venjarin, Niels Frederiksen, hevur úttikið.
- Fyri framman standa tvær stórar og spennandi uppgávur, men vit hava eisini úttikið ein sterkan hóp. Danir hava eitt gott U21-landslið. Átta av teirra spælarum vóru við í U21 EM-endaspælinum í summar, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Danski U21-hópurin
Málverjar: Daniel Iversen (Leicester) og Andreas Raahauge (FC Midtjylland)
Verjuleikarar: Jacob Rasmussen (Rosenborg), Joachim Andersen (Twente), Mads Pedersen (FC Nordsjælland), Rasmus Nissen (FC Midtjylland), Asger Sørensen (Jahn Regensburg), Joakim Mæhle (Genk), Jonas Bager (Randers) og Viktor Tranberg (FC Nordsjælland)
Miðvallarar: Mathias Jensen (FC Nordsjælland), Mikkel Duelund (FC Midtjylland), Mikkel Kallesøe (Randers), Jacob Bruun Larsen (Dortmund), Robert Skov (Silkeborg), Philip Billing (Huddersfield), Magnus Christensen (AaB), Rasmus Thellufsen (AaB), Jens Jakob Thomasen (OB) og Victor Nelsson (FC Nordsjælland)
Áleyparar: Marcus Ingvartsen (Genk) og Jannik Pohl (AaB)