Sí DR-sendingina: Anne og Anders vitja í Føroyum

Tey tóku upp til sendingina í summar, og nú er hon tøk

Í summar var fólkakæra danska sjónvarpsparið Anne Hjernøe og Anders Agger í Føroyum. Tey komu hendan vegin fyri at taka upp til sendirøðina hjá DR "Anne og Anders i Norden".

 

Talan er um eina sendirøð í seks pørtum, har tey bæði ferðast í Norðurlondum fyri at finna útav, "um vit enn hanga saman". Tey hava eftir hondini gjørt fleiri sendingar, og hesar sendingar eru sum vera man blivnar sera populerar – bæði sum flow-tv og sum stroyming.

 

Og í ársins sesong hava tey so lagt leiðina framvið Føroyum. Eisini vitja tey í Svøríki, Noregi, Finnlandi, Grønlandi og Íslandi.

 

Í hesum nýggja partinum práta tey við eina unga familju á Eiði, Bjørn Patursson, Jón Aldará og kokkin Teit Christiansen, sum ger teimum mat. 

 

Sosialurin hevði í hesum sambandi eitt prát við tann altíð orðkringa Anders Agger. Tá fortaldi hann um upptøkurnar í Føroyum, og hvussu imponerað tey vóru av bæði fólki og náttúru. Tað sama sæst í sendingini, tí tey eru púra vill við Føroyum, siga tey.

 

Nú er sendingin tøk á heimasíðuni hjá DR. Tú kanst síggja sendingina HER.