Her er Føroya feitasti bilur

Runavíkingur eigur feitasta bil í landinum

Føroya feitasti bilur er funnin í eini kapping, sum SMS  skipaði fyri í sambandi við mannfólkavikuna Rættir Menn.

 

Fólk høvdu møguleika at leggja myndir av sínum bilum í Facebook profilin SMS á netinum.  Síðan valdi eitt dómarapanel við Sofusi Hansen, Óla Mouritsen Magnus Gunnarsson teir seks bilarnar út, sum komu at standa á Torginum í SMS, har fólk eisini kundu atkvøða um hvønn teimum dámdu best.

 

Føroya feitasti bilur bleiv ein Dodge Dodge Magnum SRT8 hjá Johnny Nón í Runavík, ið eisini átti tann bilin, sum fekk mest atkvøður frá teimum sum vitjaðu í SMS. Tað var ein Chevrolet Camaro frá 1971.

 

Á myndini saman við bilinum eru f.v.: Johnny Nón, sum eigur bilin, og dómararnir Magnus Gunnarsson, Sofus Hansen og Óli Mouritsen.