Føroyar hava tveir dystir eftir í undankappingini til EM-endaspælið, sum verður spælt í Fraklandi í komandi summari.
Landsliðsvenjari okkara, Lars Olsen, hevur á tíðindafundi júst kunngjørt hópin til hesar báðar dystirnar. Hópurin telur 23 mans.
Broytingarnar eru ikki nógvar, men tó eru nakrar. Serliga áhugavert er tað, at vanligi vinstri bakkurin, Viljormur Davidsen, er við aftur í hópinum. Hann er annar av tveimum leikarum, sum ikki vóru í hópinum til landsdystirnar ímóti Norðurírlandi og Finnlandi, sum blivu spældir fyrr í hesum mánaðinum. Hin nýúttikni leikarin er Andreas Lava Olsen hjá Víkingi. Felags fyri Viljorm og Andrias er, at teir ikki hava spælt við landsliðnum síðani tepra tapið ímóti Rumenia í mars. Tá vunnu rumenar 1-0.
At nýggir leikarar koma í hópin merkir tó eisini, at aðrir mugu lata plássið frá sær. Tríggir leikarar, sum vóru við síðst, eru ikki við hesaferð, og hesir spæla allir við Víkingi. Teir eru Hanus Jacobsen, Erling Jacobsen og Finnur Justinussen.
Landsliðshópurin til komandi landsdystirnar sæst niðanfyri.
Málmenn:
Gunnar Nielsen, Stjarna
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, B36
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, onki felag
Rógvi Baldvinsson, FC Fredericia
Oddmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle
Gilli Rólantsson Sørensen, Aab
Miðvallarar:
Réne Shaki Joensen, Vendsyssel FF
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Róaldur Jacobsen, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Árni Frederiksberg, NSÍ
Fróði Benjaminsen, HB
Hallur Hansson, Vendsyssel
Brandur Hendriksson Olsen, FCK
Áleyparar
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, Vejle