U21 landsliðið fekk í seinastu viku síni fyrstu stig í nýggju undankappingini, tá teir á útivølli móti Finnlandi spældu 1-1 javnleik. 1-1 javnleikurin var samstundis eisini fyrsta ferðin, at føroyska liðið kom á máltalvuna í hesari undankappingini.
Fyrsti málskjúttin hjá Føroyum í nýggju undankappingini var Meinhard E. Olsen, sum dagliga spælir fyri B36. Hann javnaði til 1-1 í dystinum, eftir at Finnland annars var komið framum.
Síðani dystin hevur eingin sjónbandaupptøka verið av føroyska málinum, men í gjár kom ein undan kavi. Talan er um privata upptøku frá Meinhard E. Olsen, sum hann helst hevur fingið frá Fótbóltssambandinum.